Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Desembur 2025 – og hvussu hann royndist til veður

Veðurstova Føroya

Nú er desembur 2025 farin um bak – hvussu royndist hann til veður?

Veðurkortini í desembur

Næstan allan mánaðin var eitt máttmikið hátrýst yvir Evropa og eitt annað yvir Grønlandi. Tey broyttust ikki nógv, fluttu seg bert eitt sindur ein veg ella annan veg, og mátturin í teimum var somuleiðis mestsum tann sami næstan alla tíðina.

Lágtrýstini tóku seg upp, sum tey plaga, yvir USA ella Kanada og tóku eina leið eystureftir ímillum hátrýstini yvir Grønlandi og Evropa og ímóti okkum. Fyrstu 10 dagarnar komu tey beint á Føroyar og fóru víðari eystureftir eitt sindur sunnanfyri. Tað hevði við sær eysturætt og landsynning saman við regni úr brúgvaløgunum, sum komu við lágtrýstunum. Tað var lýtt, og næstan ikki ein dagar var turrur.

Hetta mynstrið helt sær til 10. desembur. Tá førkaði hátrýstið yvir Grønlandi seg eitt lítið sindur norðureftir, og lágtrýstini fóru tí at ganga ímóti Íslandi. Ættin í Føroyum næstu tvær vikurnar legði seg millum sunnan og útsynning. Brúgvaløgini gloymdu okkum ikki. Tey løgdu leiðina framvið, og heilt fram til jóla var lýtt og okkurt avfall næstan hvønn dag.

 

Jóladagarnar sóust broytingar í forsøgnunum fram til nýggjárs. Hátrýstið yvir Evropa gekk norðureftir og legði seg um okkara leiðir. Vit høvdu lítlan vind av ymsum ættum og kølið, men sum frá leið fór køld luft úr Norðurgrønlandi at reka ímóti okkum. Tann kavin, nógv høvdu spurt eftir fyri jól, kom beint áðrenn nýggjár, og hitametið fyri mánaðin stóð fyri falli. 

Hvat vísa miðaltølini hjá okkum so fyri desembur 2025? – vit hava hugt eftir tølum í mátingum og hagtølum.

 

Vindferðin

 

Ættin

Allar ættirnar eru umboðaðar á myndini niðanfyri, men als ikki í sama mun. Hann lá fyri tað mesta úr høgari eysturætt niður í sunnan fyrstu 10 dagarnar, og haðani og fram til millum jól og nýggjár lá hann støðugur millum sunnan og útsynning. Seinastu 3-4 dagarnar í árinum var hann útnyrðingur.

 

Hitin

Desembur telist, sum flestum kunnugt, millum kaldastu mánaðirnar. Hann er kaldastur mánaði okkurt árið, men í miðal yvir 30 ár eru januar og februar kaldari. Frá 1961 til 1990 var miðalhitin í desembur í Havn 3,7 stig. Frá 1991 til 2020 var hann 4,5 stig.

Í Tórshavn hava hitamátingar verið gjørdar heilt aftur til 1873. Mesti miðalhitin máldur í desembur var í 1933. Tá var miðalhitin 7,0 stig. Kaldasti desembur mánaður var í 1878. Tá var miðalhitin 0,3 stig.

Miðalhitin í desembur í fjør var 6,8 stig. Tað er nakað væl oman fyri miðalhitan, bert 0,2 stig undir metinum. 

 

Avfall

Viðvíkjandi avfalli, so regnaði tað í miðal 157,3 mm í desembur í Havn frá 1991 til 2020. Í desembur í fjør (2025) regnaði 94,5 mm. Hóast nógvar dagar við regni, so var mongdin bert góð helvtin av miðaltalinum. Fyri 14 árum síðan, í 2011, komu 316 mm niður í desembur. Vátasti desembur mánaði síðan 1873 var í 1884. Tá komu 246,8 mm niður. Tann turrasti var 1976: 38,1 mm.