Elverkstaður hjá Syderbø tryggar ljós í býlinginum. Contrive loddar dýpi og selur sjónvarp v.m. Litbúðin hjá Harley málar jólini inn og Berglon hevur leiku og klæðir. Leikalund hevur fleiri nýggjar bøkur frá Bókamiðsøluni, fløgur frá Tutl og glaslist frá Rabarbuglas. Her verður møguleiki at hitta bæði rithøvundar og tónleikarar í Leikalund.
Elverkstaður hjá Syderbø tryggar ljós í býlinginum. Contrive loddar dýpi og selur sjónvarp v.m. Litbúðin hjá Harley málar jólini inn og Berglon hevur leiku og klæðir.
Leikalund hevur fleiri nýggjar bøkur frá Bókamiðsøluni, fløgur frá Tutl og glaslist frá Rabarbuglas. Her verður møguleiki at hitta bæði rithøvundar og tónleikarar í Leikalund.
Hand- og andverk er siðsøga
Føroysk siðsøga er eyðkend. Hon er ein samanrenning av handaligum og andaligum evnum hjá teimum, sum hava búleikast her og ment Føroyar til tað vit kenna í dag.
Óli Olsen, rithøvundi, hevur nýliga skrivað bókina “Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð”.
Á forteljarkvøldinum 19.des. kl 20 í Leikalund er Rudolf Joensen vertur, tá vit fáa vitjan av Óla Olsen, rithøvunda. Høvið verður at hoyra Óli Olsen siga frá uppvøkstrinum í Klaksvík, lívsleiðina og bakgrundina fyri at hann fór at skriva.
Óli Olsen, sum er føddur í 1949, fer eisini at siga frá um “sluppungar” sum hann minnist, og ymsum hendingum í sjó- og handilsvinnuni tengdar at gomla handilshúsinum í Klaksvíksgarðinum. Desembur í Klaksvíksgarðinum
Elverkstaður hjá Sigurd Syderbø tryggar ljós í býlinginum. Litbúðin hjá Harley málar jólini inn og Berglon hevur leiku og heit klæði.
Leikalund hevur fleiri nýggjar bøkur og fløgur. Her verður møguleiki at hitta bæði rithøvundar og tónleikarar í Leikalund.
Hand- og andverk
Óli Olsen, rithøvundi, hevur nýliga skrivað bókina “Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð”.
Føroysk siðsøga er eyðkend. Hon er ein samanrenning av handaligum og andaligum evnum hjá teimum, sum hava búleikast her og ment Føroyar til tað vit kenna í dag.
Á forteljarkvøldinum 19.des. kl 20 í Leikalund er Rudolf Joensen vertur, tá vit fáa vitjan av Óla Olsen, rithøvunda. Høvið verður at hoyra Óli Olsen siga frá uppvøkstrinum í Klaksvík, lívsleiðina og bakgrundina fyri at hann fór at skriva.
Óli Olsen, sum er føddur í 1949, fer eisini at siga frá um “sluppungar” sum hann minnist, og ymsum hendingum í sjó- og handilsvinnuni tengdar at gomla handilshúsinum í Klaksvíksgarðinum.
Tónatos 2013
Við ársbyrjan 2013 setti nývaldi Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, konsertrøðina Tónatos 2013. Um Spaniastovu segði m.a. soleiðis um við hesum orðum: “Hetta er ikki eitt Norðurlandahús ella ein Saltsilo, men hetta er okkara perla, ið húsar fantastiskum upplivingum”.
Stutt aftaná var Spaniastova karmur um handan av Mentanarvirðislønum Landsins. Tá segði Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri: “Mentanarliga umhvørvið kring gomlu handilshúsini í Klaksvík, har Spaniastova heldur til, saman við Norðoya Fornminnissavni og Leikalund, hevur ment seg seinastu árini, so eg haldi, tað er hóskandi, at mentanarvirðislønirnar í ár verða handaðar í Spaniastovu”.
TEITUR
Seinastu tónar í røðini Tónatos 2013 koma frá heimskenda tónleikaranum TEITUR.
Á stytsa degi 21.des. er Spaniastova karmur um:
TEITUR – sitandi solo konsert kl 22
Skrímslaløg í Spaniastovu
Fyrsta barnakonsertin í Spaniastovu verður við EIVØR 21.des. kl 16. EIVØR framførir skrímslaløgini úr fløguni ”Skrímslið – lítla systir mín”.




