Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Det er på tide at alle i Klaksvik løfter hovederne op igen

John William Joensen

sigur Jens Hvidemosen, fyrrverandi KÍ venjari, sum í morgin fer at skipað fyri stórari fimleikaframsýning í Badmintonhøllini.

Jens Hvidemose var venjari hjá Kí tvey tiðarskeið í 80 unum. Fyrru ferðina hann var í Klaksvík var í 1983 og 1984 og seinru ferðina var í 1988 – tá kappingin endaði við at KÍ leikti niðuflytingardyst í Klaksvík móti NSÍ.
Fimleikaframsýngin við “Ringsted drengene” 

Í dag er Jens Hvidemose formaður fyri danska fimleikararfelagið “Ringsteddrengene” og sum partur av fyrreikingunum til danmarksmeistaraheitið í “spring og rytme” er venjingarlega løgd í Føroyum og í vikuskiftinum vitjað tey Klaksvíkar Fimleikarfelag. 

– Vit hava funni silvur fleiri ferðir men í ár er tað gullið í 1.deild sum vit fara eftir. 

– Leygardagin kl. 16 hava vit stóra fimleikarframsýning í Badmintonhøllini og í dag og í morgin hava vit eina sokallað “workshop” saman við Klaksvíkar Fimleikarfelag. 

– Síðani gongur leiðin til Tórshavn har vit verða fram til mikudagin og eisini er ætlanir um eina framsýning í høvuðsstaðnum. 

Við í ferðalagum eru 23 dreingir í aldrinum 10 til 15 ár.  Umframt Jens Hvidemosen er konan, Solvejg eisini við.  Venjarar á ferðini eru Teddy, Dorthe, mads og Thomas.

Borgarstjórðin hótti við at sparka meg úr býnum.
Sum sagt stóð Jens Hvidemose á odda fyri KÌ tá felagið í 1988 skuldi vinna seinasta dystin í kappingini fyri ikki at flyta niður. 

Dysturin var móti NSÍ og fyrrverandi KÍ venjarin minnist hendan dystin og dagarnar frammanundan og aftaná sum eina tað bestu tíðina í lívinum, 

– Jeg husker hver detalje tydeligt fra den famøse kamp, sigur hann við einum smíli. 

– NSÍ skoraði eitt fantastiskt mál og so javnaði Absi út. 

– Síðani fingu vit brotsspark og eingin vildi taka tað. Markus Tummas var liðskipari og hann segði so at so er tað mín uppgáva at skjóta. Og so vóru vit á odda 2-1. 

– Í seinastu minuttunum hevði NSÌ skot á tvørtræið og bólturin brast niður á mállinjuna – áðrenn hann støkk aftur út í spælið. 

– Tá dómarin floytaði dystin av floymdu 2000 áskoðarar inn á vøllin og tað var sum um vit høvdu vunnið meistaraheitið. 

– Eg minnist eisini at Jógvan við Keldu var borgarstjóri. Og undan dystinum segði hann við meg at um vit ikki megnaðu at vinna NSÌ ja so skuldi hann persónliga sparka meg út úr býnum, So eg vóni at hann ikki hevur sparka Djordjevic út, sigur Jens Hvidemose skemtandi. 

– Eg minnist eisini at Føroya Bjór kvøldið fyri hevði hátíðarhildið føðingardagin og teir gjørdu ikki mætari enn at rulla eina heila tunnu av øl inn í umklæðingarrúmið eftir dystin. 

– Eisini vóru vit bodnir til háborðs hjá borgarstjóranum so tað var ein øðiligur lætti sum fór um býin. 

Lyfta høvdið høgt
Jens Hvidemose sigur at hann fylgir sera væl við hvat hendir í Klaksvík. 

– Eg vitjið heimasíðuna hjá Norðlýsinum hvønn dag og fylgi sera væl við tí sum hendir í KÌ. 

– Tað er eisini hugvekjandi at júst Jákup Mikkelsen eisini var málverið í dystinum í 1988. Hann hevur verið ein fantastiskur ítróttarmaður – eisini tíðina hann var í Danmark. 

– Men KÍ skal bare blive ved med at arbejde med deunge mennesker. 

– KÌ er ikki bara eitt fótbóltsfelag í Klaksvík. 

– KÍ er "byens hold"! 

– Og tað er bara eitt at gerða og tað er at standa saman um unga fólki og arbeiða víðari. 

– Eg ivist onga løtu í at KÍ kemur sterkt aftur. sigur fyrrverandi Kì venjarin avgjørdur.