Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Deyðbóltar góvu KÍ trý stig á Svangaskarði

Jákup Ósá

KÍ hevur framvegis fult stigatal eftir ein tryggan 2-0 sigur á Svangaskarði.

KÍ vann 2-0 uppá tvær hornasparksstøður í seinna hálvleiki. Fyrst skoraði Hallur Hansson og síðani Jóannes K. Danielsen. Leikliga hevði KÍ tað torført í opnum spæli í fyrra hálvleiki, men samanlagt var sigurin uppiborin.

Komandi dystirnir fara at vísa, hvør veruliga styrkin á KÍ-liðnum er, tí nú koma betri mótstøðulið. Fyrst ein steypadystur móti HB, síðani ein landskappingardystur móti meistarunum og síðani landskappingardystur móti HB. NSÍ, HB og KÍ hava fult stigatal eftir fýra umfør. Áleið sum tey flestu høvdu væntað frammanundan tó kanska við undantaki av, at NSÍ fekk fulla úrtøku í Norðragøtu.