Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Di Matteo fingið starv

Jákup Ósá

Champions League vinnandi venjarin hjá Chelsea í 2012 hevur nú fingið nýtt starv í stórum felagi í Týsklandi.

Di Matteo hevur ikki verið venjari síðani 2012, tá hann førdi Chelsea til Champions League sigur og FA Cup sigur. Men hann fekk ikki sín sáttmála longdan eftir tað kappingarárið, tá hansara sáttmáli gekk út. Hann hevur ikki havt starv síðani.
Men nú boðar týska stórfelagið Schalke 04 frá, at Di Matteo verður nýggjur venjari hjá felagnum eftir at Jens Keller fekk sekkin. Schalke liggur á 11. plássi í Bundesliguni við 8 stigum fyri 7 dystir.