Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dia: Ikki rætt at geva Høgna skylduna

John William Joensen

Hóast stjórin í KVF í tíðindaskrivið fyri løtu síðan ger greitt at KVF hevði sett ein samskipara at taka sær av at reglur um góðan fjølmiðlasið vóru hildnar og at sáttmálin millum privata felagið og KVF varð hildin – OG at KVF eftirfylgjandi kundi staðfesta at samskipanin sveik – so heldur Dia Midjord ikki tað er rætt at geva Høgna í Jákupsstovu alla ábyrgdina.

– Eg leggi ikki alla ábyrgd á samskiparan men kann staðfesta at ein røð av smærri feilum gjørdu at sendingin miseydnaðist.

– Tað er skeivt at gera ein persón til syndabukk í hesum málinum, men vit kunnu staðfesta at planleggingin í samband við sendingina var ikki nóg góð og tí gekk tað galið.

Spurdur um hví KVF nú kemur út við einum tíðindaskrivið, svarar Dia Midjord soleiðis:

– Vit søgdu at vit fóru at hava eina eftirmeting av sendingini og tann fundurin var í gjár og tí koma vit við einum tíðindaskrivið í dag.