Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Diabetessjúklingar stuðla Russlandi, sambært Ukraina

Jóhann Lützen

Í Føroyum er Novo Nordisk serliga kent fyri at veita føroyskum diabetessjúklingum lívsneyðugan heilivág. Sama ger seg galdandi í Russlandi, har 700 túsund diabetissjúklingar brúka insulin frá donsku heilivágsfyritøkuni. Á tann hátt stuðla føroyskir diabetessjúklingar óbeinleiðis Russlandi í krígnum ímóti Ukraina, sambært ukrainsku myndugleikunum.

Hetta virksemi ynskir Ukraina skal steðga. Tað fráboðaðu ukrainsku myndugleikarnir longu í mars 2022, beint eftir russisku hernaðarligu innrásina í Ukraina. Men vesturlendsku heilivágsfyritøkurnar, herundir Novo Nordisk, sum hava dóttirfeløg og framleiðsluvirkir í Russlandi hildu áfram at framleiða og selja lívsneyðuga heilivágin til russisku sjúklingarnar.

Nú í januar 2023 hótta ukrainskir myndugleikar, sambært Jyllands-Posten, vesturlendsku heilivágsfyritøkurnar við eini lóg, sum skal áleggja eitt nú Novo Nordisk at merkja teirra vørur “stuðlar krígnum” ella “stuðlar hópmorðinum á ukrainar”. 

Novo Nordisk skrivar í telduposti til Jyllands-Posten, at heilivágsfyritøkan hugsavnar seg um at veita “insulin, sum er lívsneyðug fyri menniskju við diabetes”, men fyritøkan ynskir ikki at viðmerkja ítøkiligu lóggávuna og vandan fyri, at fyritøkan missir sítt loyvi at selja diabetes í Ukraina. 

Kelda: “Ukraine vil tvinge medicinalselskaber til at indstille russiske aktiviteter” — MedWatch