Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dieter Eigemann nýggjur venjari hjá Neistanum

John William Joensen

Neistin far nú nýggjna venjara og hann gleðir seg til uppgávuna.

Dieter Eigemann hevði ynskt at hildið fram sum venjari í Ravnsborg Håndboldklub, men tá hann ikki kundi fáa eina klára útmelding frá felagnum avgjørdi hann at taka av tilboðnum úr Føroyum.
Ravnsborg er nú undan seinasta leikumfarinum, nummar 4 í donsku 3. deildini.
Sambart fjølmiðlunum er tað fyrrverandi HFH venjarin Vlaus Rasmussen, sum hevur verið bindilið millum Neistan og Eigemann.
– Tað eru góðir og spennandi leikarar í Neistanum sum Dieter Eigemann nú sleppur at arbeiða við, sigur Claus Rasmussen sum kenndir Dieter Eigemann frá tíðini sum uniónsvenjari á Lolland-Falster.
– Dieter Eigemann var í februar bjóðaður til Neistan í samband við 75 ára føðingardagin hjá felagnum. Á túrinum til Føroyar fekk venjarin høvið til at seta seg inn í umstøðurnar hjá Neistanum.
Dieter Eigemann, umframt at venja Neistan, eisini arbeiði  hálva t´ð sum socialpædagogur.