Winther-heiðurslønin verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki, miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið, verður sagt í skrivið sum er sent frá felagnum Føroysk Miðlafólk.
Winther-heiðurslønin verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki, miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið, verður sagt í skrivið sum er sent frá felagnum Føroysk Miðlafólk.
Tilnevningar Winther-heiðurslønin 2013
Fríggjadagin 21. mars2014 kl. 19.00fara Føroysk Miðlafólk at heiðra tað allarbesta av føroyskum journalistikki í undanfarna ári við sonevndu Winther-heiðurslønini.
Winther-heiðurslønin verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki, miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið.
Ein dómsnevnd hevur nú viðgjørt innsenda tilfarið, og hevur sama dómsnevnd gjørt fýra tilnevningar.
Í dómsnevndini sita: Kári Mikkelsen, Helgi Arnthórsson, Øssur Winthereig og Ingrid Bjarnastein – øll journalistar.
Somuleiðis hevur ein dómsnevnd valt tvær tær bestu pressumyndirnar út. Hesar myndir eru nú lagdar út á http://opst.co/1ogxaq8 , og nú er ætlanin at atkvøðast skal um, hvør myndin fær heiðurin fyri bestu pressumynd 2013.
Í myndadómsnevndini sita Kalmar Lindenskov, sum í ein mansaldur hevur starvast sum pressufotografur á føroysku bløðunum, ogSunva Eysturoy Lassen, fotografur.
Hesar eru tilnevningarnar frá nevndini, ið skal lata Wintherheiðurslønina:
Hercules (Dimmalætting):
Í 2013 setti Dimmalætting sær fyri at kanna, hvussu bleiv við trolaranum Hercules, sum eldur kom í í 2007. Dimmalætting fann útav, at Framherji, sum hevði keypt brenda skipið, fyrst boðaði Skipaskrásetingini frá, at skipið var søkt uttan fyri 200 fjórðingar markið í Kili. Men tá tað kemur fram, at ikki er loyvi at søkkja eitt føroyskt skip, boðar løgfrøðinginum hjá Framherja, brádliga frá, at skipið kortini ikki var søkt, men lá við bryggju í Kili.
Men hví skrivaði advokaturin fyrst, at skipið var søkt, og síðani kortini ikki, men skuldi upphøggast. Og hví varð skipið selt fyri ein dollara, tá ein serfrøðingur metti skrottvirðið til 7,5 mió. krónur?
Reiðarin vildi onki siga, og advokaturin segði, at eitt mistak var hent, tí skipið var upphøgt og ikki søkt. Her hekk ikki rættiliga saman, og setti redaktiónin sær fyri at finna út av, hvat veruliga var hent.
Tað vísti seg vera ógjørligt at koma á mál, men journalistikkurin avdúkaði tilvild í skipafyrisitingini, hvussu advokatar virka sum stempul-kontór, og at einki eftirlit er við skipaskrásetingum. Enn er ikki full greið um, hvat er hent í hesum málinum.
Eysturoyartunnilin (KVF):
Kringvarpið veit at siga 19. juni 2013, at tingingar um gerð av Eysturoyartunli eru komnar undir land, og at ætlanin var, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldi undirskriva sáttmála við donsku íløgufyrutøkuna CIP. Útbjóðingin var farin fram, og eitt uppskot til sáttmála var liðugt. Men sáttmálin var loyniligur, og politiska skipanin vildi hava meiri innlit, og spurningurin var reistur, um landsstýrismaðurin hevði heimild at gera sáttmála og skriva undir sáttmála. Fyrsta avleiðing var, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, steðgaði undirskrivingini og vildi hava málið fyri løgtingið fyri at fáa eina góðkenning av heimildini hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum. So stórur ivi stóðst um málið, at løgmaður loysti Kára P. Højgaard, landsstýrismann, úr starvi, og øll tunnilsætlanin skuldi endurskoðast.
Málið hevði sera stóran samfelagsligan týdning, og breitt í Føroyum var ónøgd við, at hetta stóra og kostnaðarmikla málið alt varð viðgjørt fyri læstum durum.
Kanningarstjórin (KVF):
Í kjalarvørrinum á málinum um Eysturoyartunnlinum mælti landsstýrismálanevndin til at seta kanningarstjóra at kanna viðurskiftini hjá løgmanni og frákoyrda landsstýrismanninum. Skjótt vísti tað seg, at stórur ivi var, um kanningartjórin, sum løgtingsformaðurin hevði valt, var gegnigur. Kringvarpið slepti ikki málinum og journalistiski dekningurin vísti, at ein spuringur fyri og annar eftir stóðu ósvaraðir.
Journalistiskt arbeiði flutti málið aftur til løgtingsformannin, sum mátti ásanna, at hansara fyrsta val ikki var nøktandi.
Tollmálið (Portal.fo/KVF)
Ígjøgnum nógv ár hava søgur við jøvnum millumbilum gingið um, at familjufyritøkan hjá núverandi fíggjarmálaráðharra og tingmanni ígjøgnum nógv ár, P/F N. Niclasen, í Sørvági skuldi vera sett í samband við eitt mál, har tollur ikki var goldin fyri útflýggjaða vøru. Jounalistar hava fleiri ferðir síðani ár 2000 roynt at fingið innlit í málið uttan úrslit. Hetta bar umsíðir til beint undan jólum 2013, tá tað eydnaðist Sveini Tróndarsyni, journalisti á Portal.fo, at fáa innlit í tollmálið, sum gongur heilt aftur til 1992.
Sjálvt um málið er meira enn 20 ára gamalt, verður tað mett at hava stóran týdning og samfelagsligan áhuga, tí talan er um ein politikara, sum bæði er floksformaður og enntá landsstýrismaður í tollmálum.
Málið gjørdist ikki minni áhugavert av, at advokaturin hjá landsstýrismanninum legði journalistin undir stórt trýst. Hetta við at seta fram hóttanir um, at journalisturin kundi enda í geglinum, um fyrsta avdúkandi greinin, sum landsstýrismaðurin fyrr um dagin hevði fingið til viðmerkingar, kom út.
Talan er her um viðkomandi journalistikkur, sum eitt nú reisir spurningin um, hvat ein landsstýrismaður kann hava við sær í ein landsstýrissess.
Og hesar eru tilnevningarnar frá nevndini, ið skal lata virðislønina fyri bestu pressumynd 2013:
Súluveiða
Myndin er góð, tí tú sært eitt ávíst arbeiði verða gjørt. Fólkini á myndini gera eisini sítt til, at myndin verður góð, m.a. tí tey latast ikki til at vera varug við, at tey vera avmyndað. Eisini er plássið, myndin er tikin, serligt. Søguligt virði er eisini í myndini, tí hetta er nakað, ið er ókent fyri einum stórum parti av føroyingum.
Myndin hevur verið almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Myndamaður: Bjarni Mohr
Grind í Sandavági
Nógv hevur verið frammi um mønustingaran, og á hesi myndini sært tú, hvussu hann riggar. Tú sært rørslurnar – ein ávís “action”. Tað ger myndina góða. Eisini her er talan um søguligt virði í myndini. Ein samanrenning av søgu, siðum, sum passa seg til nútíðina.
Myndin hevur verið almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Vágaportalinum.
Myndamaður: Jógvan Helgi Hansen
Atkvøðugreiðslan endar fríggjadagin 21. mars 2014 kl. 12.00. Vinnarin verður kunngjørdur á móttøku sama kvøld kl. 19.00 í Hornahúsinum.




