Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dimmalætting avhendar kjak.fo

Oliver Joensen

Dimmalætting hevur í dag gjørt av at lata Føroya Landsbókasavni kjakgoymsluna á kjak.fo og at lata FO-umsitingini heimasíðunavnið “kjak.fo” inn aftur.

Tá Dimmalætting fyrr í ár keypti Vinnuvitan og Vikublaðið, fylgdi heimasíðan við í keypinum. Greitt var beinanvegin, at kjak.fo ikki passaði inn í virksemið hjá samtakinum annars, tí kjakið var skipað sum sjálvstøðugt og dulnevnt kjak uttan nakra formliga leiðslu. Tí hevur Dimmalætting síðani yvirtøkuna leitað eftir nýggjum ánara og hevur hesa tíðina latið kjakið koyrt sum vant, har kjakleiðarar á autonomu heimasíðuni røktu kjakið eftir førimuni.
Men hetta er netkjak, og her verður alt almannakunngjørt uttan redigering, og tá er sjálvandi torført at halda kvalitetin á einum støði, sum Dimmalætting annars krevur.
Vit loyva nevniliga ikki dulnevndum lesarabrøvum í okkara avís. Vit prenta ikki alt, sum kemur sendandi til okkara, uttan at tað verður lisið ígjøgnum og góðskumett fyrst, og vit loyva sjálvandi ikki persónsálopum, ærumeiðing og útspilling.
Tað var hetta seinasta, sum hendi, nú vit gjørdu av at leggja kjak.fo stilt, meðan vit framhaldandi leitaðu eftir nýggjum ánara. Í dag kunnu vit staðfesta, at Dimmalætting hesar mánaðirnar ikki hevur fingið nakað nøktandi tilboð, og tí hava vit gjørt av at lata Føroya Landsbókasavni stóru goymsluna av meiningum og at lata økisnavnið “kjak.fo” inn aftur til FO-umsitingina.