Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dimmalætting sigur fólki úr starvi

Oliver Joensen

Samansjóðingin av miðlunum, sum Dimmalætting keypti fyrr í ár verður nú gjørd, og hetta hevur millum annað við sær uppsagnir.

Broytingar á Dimmalætting

Í apríl 2008 keypti Dimmalætting Vinnuvitan og Vikublaðið. Endamálið var fyrst og fremst at tryggja partafelagnum Dimmalætting fleiri bein at standa á.
Samtakið er vorðið meira fjøltáttað, men skal hetta gagnnýtast til fulnar, so mugu fyritøkurnar samansjóðast og virksemi umleggjast.
Nú fremja vit so tær neyðugu umleggingarnar. Hetta hevur við sær, at partur av virkseminum verður útveitt (outsourcað), men harumframt gera umleggingarnar, at vit noyðast at siga nøkur fólk úr starvi.
Samtakið hevur altíð lagað seg eftir marknaðinum og tørvinum hjá kundum okkara. Tað fara vit framvegis at gera.
Sigur Dimmalætting í tíðindaskrivi til Norðlýsið.