Dimmalætting roynir í dagsins útgávu enn einaferð at sáa iva um trygdina og tilbúgvingina á Summar Festivalinum 2007.
Blaðið vil millum annað verða við, at óskipaðar mannagongdir, ógreiðir kommandovegir og eingin niðurskrivað trygdarætlan vóru fyri festivalin í ár.
Summar Festivalurin vil staðiliga vísa øllum hesum aftur. Summar Festivalurin hevði eina niðurskrivaða trygdarætlan, ið myndugleikarnir fingu og góðkendu undan festivalinum. Bæði Klaksvíkar kommuna, sløkkiliðsleiðarin og løgreglan hava fingið allar neyðugar upplýsingar um festivalin, og myndugleikarnir hava góðkent trygdarætlanina fyri festivalin.
Varasýslumaðurin í Norðoyggjum, Arvid Nielsen, váttar, at hann hevur móttikið eina skrivliga trygdarætlan fyri Summar Festivalin 2007.
– Eg havi ikki sagt við Dimmalætting, at Summar Festivalurin onga niðurskrivaða trygdarætlan hevði, og tí vil eg afturvísa tí, sum Dimmalætting skrivar á forsíðuni í fríggjadagsblaðnum. Eg kann vátta, at løgreglan undan Summar Festivalinum móttók eina skrivliga trygdarætlan, sum vit hava góðkent, sigur Arvid Nielsen, varasýslumaður í Klaksvík.
Summar Festivalurin harmast áhaldandi ósonnu skuldsetingarnar frá Dimmalætting, og Summar Festivalurin vil biðja Dimmalætting rætta ósonnu skuldsetingarnar í dagsins blaði.




