Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DIS skipanin er óheppin fyri føroyska samfelagið

John William Joensen

Sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum heldur tað verða óheppið at ein partur av vinnuføra fólkinum ikki rindar skatt í Føroyum

Karsten Hansen er kendur fyri at sita tungur á landskassanum og nú Bjørt Samuelsen, heitti á hann um at taka aftur kunngerðina, sum bannar tollfríari sølu av sigarrettum frá 1. Oktober, er Karsten ikki at vika og hann skilir ikki grundgevingarnar hjá teimum, sum ynskja at varðveita fríu søluna.

– Vit fingu eina áheitan frá stjóranum í Atlantic Airways um at útseta ígildiskomuna til 1. September tí flogfelagið hevði brúk fyri meira tíð til at tillaga søluna. Eg avgjørdi tí at útseta ígildiskomuna til 1. Oktober – men tað kemur ikki uppá tal at útseta avgerðina einaferð enn.

– Samgongan hevur viðgjørt málið og eg skilji ikki grundgevingarnar fyri at varðveita søluna.

– Størsti parturin av teimum sum ferðast við Atlantic Airways – eru folk í almennum ørðindum ella arbeiðsfólk, sum sigla undir DIS og sum tí als ongan skatt gjalda í Føroyum.

– Føroyingar, sum liva av arbeiðsmannaløn hava ongan møguleika at ferðast fleiri ferðir um árið, so tey fáa ongan ágóða av tollfríðu søluni.

– Tubbaksroyking kostar heilsuverkinum nógvan pening á hvørjum árið – so at tað skal hava so stóran týdning at selja bíligar sigarrettir umborð á flogførunum hjá Atlantsflog er óskiljandi.

– Hetta er kanska ikki ein populer avgerð – men sum landsstýrismaður mást tú eisini tora at seta tær ópopuleru – men neyðugu avgerðirnar í verk.

Øll eiga at gjalda sama skattin
Karsten Hansen, sigur at tað er sera óheppið fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska – at ein alsamt størri partur av vinnuføra fólkinum – sum býr og virkar í landinum – ikki rindar skatt til føroyska samfelagið.

– Tað eru eftir hondini so nógvir persónar, sum sigla undir DIS skipanini at hon er óheppin fyri føroyska samfelagið.

– Tá norðurlendski fíggjarmálaráðharrarnir hava verið saman – hava vit ofta tosað um hvussu farast skal fram fyri at fáa skipanina burtur – tí man er samdur um at tað prinsipielt er skeivt at allir samfelagsborgarar ikki rinda sama skattin.

– Sum eg skilji so byrjaði alt við at Týskland gjørdi eina skipan, sum legði trýst á donsku stjørnina. Síðani hava øll norðurlondini gjørt líknandi skipanir – sum hvør í sínum lagið royna at yvirbjóða hvørja aðra.

– Men skal nakað munagott gerast fyri at fáa hetta í rættlag aftur, so mugu vit gera tað í felag við londini rundan um okkum.

– Skipanin við skattafríu lønunum er farin av sporinum –  tí stórur partur av hesum lønunum eru munandi hægri netto  enn tað sum føroyingar, ið arbeiða og gjalda skatt í Føroyum fáa brutto.