Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DJ Rasmus í Barok

Oliver Joensen

DJ Rasmus (DK) fer at skipa fyri diskoteki í Barok, leygarkvøldið.

DJ Rasmus er ikki hvør sum helst, hann er professionellur innan sítt
øki. Hann er fastur DJ í diskotek Chaplin í Viborg, har hann spælir
hvørt leygarkvøld, harumframt er hann javnan DJ í Moonlight í Odder og
White Tiger í Skanderborg. Rasmus hevur í eitt tíðarskeið verið DJ í
La Santa Sport í Lanzarote og hettar vikuskiftið fer hann at seta futt
í dansigólvið hjá Barok á Klaksvíksvegi.

Jógvan Joensen og Jan Jensen fara at undirhalda við góðum livandi
tónleiki á loftinum í Barok. Jógvan og Jan hava eitt broytt úrvæl av
løgum, bæði á enskum og á føroyskum.