Á Norðoyastevnu fær Barok forkunnuða vitjan. Tað er DJ Rasmus úr Danmark sum fer at skipa fyri tónleikinum í Barok fríggja- og leygarkvøldið.
Dj Rasmus er ikki hvør sum helst, til dagligt er hann DJ í diskotek Chaplin í Viborg, White Tiger í Skanderborg og Moonlight í Odder, og var hann eisini DJ á seinasta Skanderborg Festivalen. Rasmus hevur í eitt 6 mánaðar tíðarskeið verið DJ á Lanzarote. Seinastu 3 árini hevur hann havt yvir 300 geaks, so spennandi verður at hoyra henda dj snillingin royna seg í Barok.
Barok ynskir øllum eina góða Norðoyastevnu.




