Kom og slá uppá djembatrummur í virkishúsinum
Fríggjadagin komu tær báðir Bass, úr Gambia, og Kofi úr Ghana til Klaksvíkar. Tríggjar teir fyrstu dagarnir í hesi vikuni fara teir at undirvísa í afrikonskum trummusláttri.
Seinnapartin fríggjadagin vóru teir í hølunum hjá musikskúlanum og hugdu eftir teimum tíggju trummunum, sum fyrr í vikuni komu til Føroyar. Bass, ið er tann sum skal hava frálæruna, byrjaði beinanvegin at sláa á eina djembatrummu, ið hann hongdi um miðjuna. Kofi, sum hevur tær Afrikansku rýtmurnar í kroppinum, byrjaði samstundis at flyta seg í takt við trummuslátturin.
Møguleiki verður hjá trummuáhugaðum at tekna seg til eitt skeið í at sláa uppá djembatrummur í næstu viku.
Skeiðið er bæði fyri tey sum ikki eru von at sláa uppá trummur, og fyri tey, ið kanska hava roynt afrikanskar trummur áður.
Høvið verður at verða við til allar tríggjar dagarnar ella velja ein av døgunum burturúr.
Skeiðini verða skipað í tveimum hesar dagarnar:
Mánadagin 11/9 mikudagin 13/9 og hósdagin 14/9 frá klokkan 16.00 til 18.00 og frá klokkan 19.00 til 22.00.
Síðsta freist at tekna seg er fríggjadagin 8/9.
Kostnaður fyri pr. tíma er 100 kr.
Skeiðini, ið verða í Virkishúsinum, er fyri fólk í øllum aldri.
Tilmelding á telefon 281810 (Beinta Gregersen, Virkishúsið) ella á telefon 227972 (Høgni Klakkstein, Musikskúlin).
Meiri fæst at vita um Bass á heimasíðuni hjá honum: www.african-drumming.com




