Róðrarsamband Føroya fór fyrrakvøldið av landinum við 6 ungum evnaríkum rógvarum í aldrinum frá 13 til 16 ár, sum skulu luttaka í DM í innandurarógving í dag.
Róðrarsamband Føroya fór fyrrakvøldið av landinum við 6 ungum evnaríkum rógvarum í aldrinum frá 13 til 16 ár, sum skulu luttaka í DM í innandurarógving í dag.
Róðrarsambandið hevur fleiri ferðingar áður luttikið í DM, men okkurt ári er eisini dottið uppí millum, tí fíggjarlig orka ikki hevur verði til tað.
Men eftir at býtislykil um, hvussu ÍSF býtir pengarnar út er broyttur, hevur RSF fingið betur fíggjargrundarlag. Har við er møguleikin at senda rógvarar av landinum til altjóðakappingar vorðin betur.
Róðrarsambandið fer eisini til EM í París fyrst í komandi mánað við teimum bestu av teimum eldru rógvarum.
Tey, sum er úttikið til DM eru:
Unnur Wenningsted á Torgarði, Kristianna Skarpheðinsdóttir, Barandur Kjøldbro, Lea Johansen, Nikob Helgadóttir í Gong og Jannik Dalfoss.




