Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DM í innirógving verður leygardagin

RSF

Róðrarsamband Føroya fór í kvøld av landinum við 6 ungum evnaríkum rógvarum, frá aldrinum 13 til 16 ár, sum skula luttaka í DM í innandurarógvin leygardagin. Róðrarsambandið hevur fleiri ferðingar áður luttikið í DM, men okkurt ári er eisini dottið uppí millum, tí fíggjarlig orka ikki hevur verði til tað. Eftir at býtislykli um hvussu
ÍSF býtir pengarnar út broyttur hevur RSF fingið betur fíggjargrundarlag, og har við eisini møguleika at senda rógvarar av landinum til altjóðakappingar, í eini meira miðvísari ætlan. Róðrarsambandið fer eisini til EM í París fyrst í komandi mánað við teimum bestu av teimum eldru rógvarum. Tey sum er úttikið til DM eru:

Unnur Wenningsted á Torgarði, Kristianna Skarpheðinsdóttir, Brandur Kjølbro, Lea Johansen, Nikob Helgadóttir í Gong og Jannik Dalfoss.