Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DM í kettlebell í morgin – ein riðil av føroyingum

Danial Viðoy

Tað sokallaða ’Scala Kettlebell Cup’ verður í Næstved í morgin. Og tað eru nógvir føroyingar, sum eru komnir niður at kappast. Heili fimtan føroyingar!

Tað sokallaða ’Scala Kettlebell Cup’ verður í Næstved í morgin. Og tað eru nógvir føroyingar, sum eru komnir niður at kappast. Heili fimtan føroyingar!

Tað er triðja árið á rað, at Scala Kettlebell Cup er á skránni. Við í kappingini í morgin eru heili 15 føroyingar. Ikki kann sigast annað enn, at talan er um ein mannsterkan føroyskan skara. Helst føroyskt met fyri luttøku í almennari kettlebell-kapping, fyri líka sum at reypa eitt sindur.

Sambært Facebook-tiltakinum, byrjar kappingin klokkan 10.00 (danska tíð).

Sum vit hava skilt á lagnum, skulu teir fyrstu føroyingarnir til kapping beint áðrenn klokkan 10.00 (føroyska tíð).

Onkrir av føroysku luttakarunum hava verið og kannað umstøðurnar, sum myndirnar vísa. Vit hava lænt myndirnar frá Full-Power á Facebook.

Norðlýsið hevur í hyggju at fylgja gongdini hjá føroyingunum í morgin. Norðlýsið hevur sent mann á staðin.