Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

DM í Kettlebell: Úrslit og heiðursmerki

Danial Viðoy

Her er frágreiðing um tær ymsu greinarnar, kappast var í og hvør vann gull, silvur og bronsu.

Her er frágreiðing um tær ymsu greinarnar, kappast var í og hvør vann gull, silvur og bronsu.

Tað er kanska trupult at fáa høvd og hala á øllum teim ymsu greinunum. Men her er ein roynd at gera tað greitt hjá lesaranum at skilja hesa ítrótt.

Nakrar styttingar eru í yvirlitinum og tær eru k: kettlebellkúla, tf: tyngdarflokkur, pm: persónligt met og fm: føroyskt met. Tit síggja at onkur hevur somu kúluvekt og onkur sama tyngdarflokk, men tá er tað aldurin, sum skilir frá. Og onkuntíð eru tvey í sama tyngdarflokki, men tá er tað kúluvektin, sum skilir greinina.

Biatlon Jerk (tvær kúlur at lyfta í tveimum frá bringuni og upp í loft. Her verður ikki svingað ímillum beinini – 10 minuttir)

Sonni Eliassen – k: 24kg, tf: 68-73kg, 81 ferðir, pm, fm, gull.

Eyðun Mortensen – k: 24kg, tf: 73-78kg, 55 ferðir, pm, gull.

Long Cycle (ein kúla at svinga upp til bringuna og síðani upp um høvd og niður aftur til bringuna. Og so verður byrjað aftur við at svinga kúluna millum beinini – 10 minuttir)

Ella Jógvansdóttir – k: 16 kg, tf: 60-70kg, 111 ferðir, pm, gull.

Katarina Viðoy Simonsen – k: 16kg, tf: 50-60kg, 62 ferðir, pm, gull.

Marjun Sólstein – k: 16kg, tf: 70-80kg, 97 ferðir, pm, gull.

Single long cycle (ein kúla at svinga upp til bringuna og síðani upp um høvd og niður aftur til bringuna. Og so verður byrjað aftur við at svinga kúluna millum beinini – 10 minuttir):

Unnur Fonn – k: 16kg, tf: -58kg, 74 ferðir, gull.

Helena Kallsberg – k: 16kg, tf: 75-78kg, 93 ferðir, pm, gull.

Barbara Viðoy Simonsen – k: 16kg, tf: 60-70kg, 58 ferðir, gull.

Jessica Hallursdóttir – k: 16kg, tf: 75-85kg, 114 ferðir, pm, gull.

Maria V. Staksá – k: 20kg, tf: -58kg, 85 ferðir, gull

Judit Eliasen – k: 20kg, tf: 68-75kg, 104 ferðir, pm, gull.

Snatch only (Ein kúla. Byrjað verður heilt niðri við beinini og svinga heilt upp um høvd at strekkja armin. Og síðani niðuraftur at byrja av nýggjum – 10 min):

Sonni Eliassen – k: 24kg, tf: 68-73kg, 163 ferðir, pm.

Eyðun Mortensen – k: 24kg, tf: 73-78kg, 140 ferðir, pm.

Kristian Linklett Mortansson – k: 16kg, tf: +80kg, 120 ferðir, gull.

Kristvør Mohr – k: 16kg, tf: 68-75kg, 94 ferðir, gull.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein – k: 24kg, tf: 78-85kg, 130 ferðir, silvur

Magnus Pauli Glerfoss – k: 24kg, tf: +95kg, 78 ferðir, gull.

Strong Women – 28 kilo í 5 minuttir (frítt val, men tær báðar gjørdu jerk, sum er at lyfta frá bringuni og upp í loft):

Mia Viðoy Staksá – 41 ferðir, silvur.

Judit Eliasen – 36 ferðir, bronsa.

Strong Men (teir gjørdu snatch, sum er at lyfta í einum heilt niðri frá beinunum og upp í loft– 36 kilo í 5 minuttir):

Eyðun Mortensen – 37 ferðir, gull.

Magnus Pauli Glerfoss – 35 ferðir, silvur.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein – 29 ferðir, bronsa.

Kristian Linklett Mortansson – 26 ferðir.