Royndi verjuleikarin venur við í kvøld og er tøkur beinanvegin, tí loyvið er í AB.
Royndi verjuleikarin venur við í kvøld og er tøkur beinanvegin, tí loyvið er í AB.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, váttar fyri Norðlýsinum, at Dmitrije Jankovic er komin aftur til landið og venur við besta liðnum hjá AB í kvøld. Hann sigur eisini, at øll loyvini hjá serbiska leikaranum liggja í AB og tí er hann tøkur beinanvegin, um AB ynskir tað. Tað er tó enn ikki greitt, hvussu stóran leiklut Dmitrije kemur at spæla. Men hyggja vit eftir AB liðnum higartil, so fara nógv mál inn (heili 21 í 8 umførum) og tí er upplagt, at taka Dmitrije inn á liðið væl at merkja, um venjingarstøðan er á góðari leið.
AB er aftast í Effodeildini við 4 stigum. AB møtir ÍF á útivølli komandi sunnudag.




