Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Døgg hevur teknað jólakortið

klaksvik.fo

Í ár verður tað vakra tekningin hjá Døgg Klakstein, sum kemur at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børnini í frítíðarskúlanum, Snjallabjalla, luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Eini 150 tekningar komu inn, og tann heldigi vinnarin gjørdist Døgg Klakstein, sum gongur í 1.b á Skúlatrøð. 

Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, var og vitjaði í Snjallubjallu, har hann handaði Døgg eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fingu børnini okkurt søtt frá borgarstjóranum.