Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dögg Nónsgjógv og SPACE INVADERS í Töting fríggjakvøldið

Danial Viðoy

Líka síðan fyrstu fer, Dögg kom út í föroysku útvarpslurtini, munnu flest hava viðurkent, at hendan unga kvinnan er og hevur nakað serstakt og egið, og sum eisini hevur rötur í upprunanum av föroyskum fólkatónleiki. Fríggjakvøldið klokkan 21.00!

Tíðindaskriv – Tónleikasamtakið Grót:

Fríggjakvöldið 22. Apríl kl. 21.00 ferð Dögg Nónsgjógv við fullum bólki á pall í Töting. Sum vanligt er í Töting, hjúkla vit altíð um áhoyraran við meira enn einum navni, og umframt Dögg, fáa tit hövi til at uppliva eina heilt serliga tónleikaliga verkætlan við SPACE INVADERS.

Dögg Nónsgjógv:
Dögg hevur veruliga sligi sítt navn fast í føroyska tónleikahjarta seinastu 2 árini. Við síni inniligheit og eyðmjúkleika bæði í verðu, orðum og tónleiki, hevur Dögg á serligan hátt veruliga megna at og rokki inn at spæla við hjartastreingirnar í föroysku fólkasálini.

Líka síðan fyrstu fer, Dögg kom út í föroysku útvarpslurtini, munnu flest hava viðurkent, at hendan unga kvinnan er og hevur nakað serstakt og egið, og sum eisini hevur rötur í upprunanum av föroyskum fólkatónleiki.

Nón
Í 2015 kom fyrsta útgáva hjá Dögg á marknaðin. Í töttum samstarvi við Hans Jacob Kollslíð, hava tey bæði meistra eina sterka útgávu, ið er sermerkt av góðum, vökrum, erligum og inniligum tekstum og lögum, stuðla av sera dugnaligum tónleikarum, ið gera flöguna til eina fullfíggjaða sterka heild.

Fríggjakvöldið kann Dögg upplivast við fullum útblástri í Töting í Syðrugötu. Bólkur hennara er mannaður av Knút H. Eysturstein, Per I. Höjgaard Petersen, Sakaris Emil Joensen, Allani Tausen og Drós R. Joensen.

SPACE INVADERS er ein forvitnislig nýggj synthesizer verkætlan, ið var stovnað til improviseraða framförslu á framsýningini “Rúmd/Space” hjá Brandur Patursson á Ólavsöku 2015.

Bólkurin telur fýra tónleikarar við hvör sínum monofona synthesizara: Heðin Ziska Davidsen, Knút Háberg Eysturstein, Sakaris Emil Joensen og Per I. Höjgaard Petersen.

Fríggjakvöldið fara teir at framföra tónleik til úrvaldar sci-fi stummfilmsklassikarar. Nútíðin fer aftur til framtíðina hjá fortíðini!

SPACE INVADERS hertaka Töting við rúmdartónleiki og gomlum stummfilmum á stórskíggja.

Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 20.30 á 150 kr., limir í Tónleikasamtakinum Grót gjalda tó bert 100 kr.