Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Doktari í søgu: USA eigur at slíta bondini við Ukraina

Jóhann Lützen

Ikki bert fyri USA og Russland, men fyri alla verðina mugu vit ynskja, at amerikanarar slíta sambondini við fyrrverandi sovjettlýðveldið Ukraina, eitt skirvisligt, heterogent og ikki-burðardygt tjóðarskapilsi, sum ongantíð hevur havt áhugan hjá USA, og heldur finnur aftur til gamla vinarlagið við Russland frá 1776, og sum stóru fyrimyndirnar hjá núverandi forsetanum Joe Biden, nevniliga Franklin Delano Roosevelt og John Fitzgerald Kennedy, hálovaðu og høvdu stórt álit á. Tað gjørdi Dwight David Eisenhower, generalur og seinni forseti (1953-1961), eisini. ”Tí”, sum hann skrivar í sínum krígsendurminningum frá 1948, ”so leingi har er sínámillum álit og satt vinarlag millum USA og Russland, so fer ongin tjóð at megna at hótta heimsfriðin”. Tað var satt í 1948, og tað er framvegis satt. Tá fara vit loksins at kunna fara í holt við at loysa teir sosialu og umhvørvisligu trupulleikarnar, sum hanga sum eitt Damoklessvørð yvir okkum øll.

 

Tíðargrein í Berlingske leygardagin 26. august 2023

Thorkild Kjærgaard, søgufrøðingur, dr. phil.

 

Tá ið kríggið í Ukraina verður nevnt, verður altíð lagt afturat, at tað var Russland, ið leyp á, og vanliga verður eisini lagt afturat, at álopið var óvæntað og óprovokerað. Tað vóru gamaní russiskir hermenn, sum fóru yvir um markið til Ukraina tíðliga á morgni tann 24. februar í 2022, men tað var hvørki óvæntað ella óprovokerað. Russland hevði tá í fleiri ár givið til kennar, at landið undir ongum umstøðum kundi góðtaka, at Ukraina gjørdist limur í NATO. Júst sum USA undir Cuba-kreppuni í 1962 heldur ikki vildi góðtaka sovjettisk kjarnorkumissil í sínum nærøki, heldur ikki um tað skuldi hava eitt kríggj við sær.

 

NATO-kjakið

Ongin, sum viðurkennir at Russland er eitt stórveldi, kundi vera í iva um, at so leingi lok ikki varð lagt á kjakið um upptøkuna av Ukraina í NATO, nakað sum amerikanski forsetin og leiðarin av NATO, Joe Biden, lættliga kundi gjørt við einum úttalilsi á trappuni frammanfyri Hvítu Húsini, var vandi fyri, at russar í eini kritiskari støðu fóru at seta í verk eina hernaðaratsókn ímóti Ukraina.

Amerikanski forsetin gjørdi tó onki, og tað gav røddum, sum tosaðu fyri søkini hjá Ukraina, frítt spæl. Hesar røddir komu frá europeiskum og amerikonskum politikarum, hernaðarfólki og viðmerkjarum. Mótmæli og ivi, til dømis tilvísingar til staðsetingina av Ukraina beint sunnan fyri stórveldið Russland, vórðu kveistrað til viks vísandi til, at Ukraina er fullveldi og harvið ger, sum tað vil. Hvørki áðrenn, men eisini – og hesaferð við ússaligari áherðslu – eftir at Russland í 2014 við innlimanini av Krim hevði gjørt eina striku í sandin. Hesum signali skuldu Ukraina og tess stuðlar í Vesturheiminum als ikki geva gætur, tí tað hevði verið at givið eftir fyri trýsti frá einum einaræðisharra, varð sagt.

Í Moskva varð leingi hildið aftur. Ársskiftið 2021/22 sendi Russland so stórar kolonnur av herfólki til markið við Ukraina fyri at senda amerikanarum ein boðskap, men til fánýtis. Í staðin fyri at bakka og aftur lata verðina anda frítt, júst sum Nikita Khrustjov gjørdi undir Cuba-kreppuni fyri 60 árum síðani, so lótu amerikanararnir kreppuna eskalera, til hon hevði rokkið einari fyri teir hóskandi styrki, fyri síðani at lena seg afturá í byrjanini av februar 2022 og leysgeva fregnartænastupplýsingar til øll at fylgja við í um, hvat russarar tókust við við ukrainska markið. Amerikanarar høvdu so ikki skuldina av nøkrum; teir vóru einans áskoðarar og kundu eins og Pilatus vaska sínar hendur. Á hendan hátt gjørdist tað ógjørligt fyri Russland at taka seg aftur uttan at vera til gjøldur, og kríggið fór so í gongd við hjálparsleysa heitinum ”serligt hernaðarligt átak”.

Málið hjá Russlandi er greitt og væl lýst, nevniliga at halda NATO, longda hernaðarliga arminum hjá USA, burtur úr Ukraina. Úr Moskva hevur onki ljóðað um líknandi ætlanir mótvegis Estlandi, Letlandi, Litava ella fyrrverandi limalondunum í Warszawasamonguni, og onki bendir á ætlanir um russiskar afturløningar av teimum. Heldur tvørturímóti.

 

Trygdin í Europa er ikki hótt

Tjekkiskt-franski rithøvundin Milan Kundera, ið nýliga er andlátin, vísti í einum víðagitnum, sera beinraknum essay frá 1984 á, at markið millum eystur og vestur í Europa hevur ligið fast í túsund ár fram til 1945, tá Pólland, Tjekkoslovakia, Ungarn og táverandi Eysturtýskland, sum hoyra til katólsku ella protestantisku økini við rótum í Rom, vaknaðu til nýggja veruleikan og varnaðust, at tey, sum úrslit av 2. heimsbardaga, vórðu innlimað í eysturlendska ortodoksa økið við rótum í Byzans (núverandi Istanbul).

Hesi londini vóru nú í fremmandum selskapi, og tey hvørki vildu ella kundu leggja seg undir russiskt/sovjettiskt yvirræði. Ein endaleys røð av fólksligum uppreistrum vitnar um hetta: Í Eysturtýsklandi (DDR) í 1953, í Ungarn í 1956, í Tjekkoslovakia í 1968 og fleiri ferðir í Póllandi, seinast í 1980. Russland hevur heldur onki ynski um at fáa hesi londini aftur. Fyri gamla Sovjettsamveldið vóru tey londini ongantíð annað enn ein kelda til útlúgvandi stríðsmál og elvdu til prestisjumiss fyri Sovjettsamveldið í Vestureuropa, tí kommunistisku flokkarnir í Vestureuropa mistu nógv, hvørja ferð Sovjett framdi sínar innræsur í Eystureuropa.

Trygdin í Vestureuropa og Miðeuropa er ikki hótt og hevur ongantíð verið hótt av krígnum í Ukraina. Kríggið snýr seg um Ukraina og bara Ukraina, sum burtursæð frá nøkrum smáum landaøkjum vestantil í landinum fult og heilt er partur av tí eysturlendska, ortodokst-byzantiska økinum. At Ukraina so hevur flutt jólini frá 7. januar til 25. desember broytir onki hesum viðvíkjandi.

Fyri Russland, heimsins størsta land, sum er umleið 26 ferðir so stórt sum Frakland, við risastórum frástøðum úr norðuri í suður og úr eystri til vestur, eins og eini aldargamlari og rótfestari stórveldissiðvenju, sum – við stórari krígslist og russiskum sum sínum

lingua franca – heldur einum klútateppi av fólki, málum og landaøkjum saman, er ongin ivi: Heldur fara ”all-in” við vanda fyri at verða rivin sundur í túsund petti enn gevast á hondum. Um blóðuga kríggið millum brøðatjóðir í Ukraina millum tvey søguliga, mentanarliga og málsliga ósundurskiljandi fólk skal halda uppat, so eru tað Europa og USA, sum mugu taka annað skinn um bak. Leingi hevur tað sæð út at vera púrasta ógjørligt, at NATO-londini, sum, síðani kríggið byrjaði, hava veitt Ukraina vápn og roynt at yvirgingið hvørt annað í militarismu við reypi um at ”vera á røttu síðuni av søguni”, fóru at steðga á í so mikið sum í 5 minuttir at hugsa um, hvat tey í heila tikið gera.

Men eftir toppfundin í Vilnus í juli, tá ætlanin fyri at seta eina fasta dagfesting á upptøkuna av Ukraina í NATO varð slept, er kanska kortini ein smøl vón fyri, at tað fyrsta spakuliga signalið um, at ikki bara europeisku londini, men eisini USA, eftir at hava sprænt meira enn svakligu upphæddirnar uppá 300 milliardir dollarar í eitt meira og meira útlúgvað Ukraina, ið ikki longur klárar at levera, er við at hava fingið nóg mikið av krígnum.

Tíðin er komin at steðga krígnum, meðan tað framvegis er nakrar hundrað kilometrar eystan fyri gamla Jarntjaldið, áðrenn tað tekur dik á seg og gerst ein heimsumfatandi katastrofa. Kríggið fer fram og verður hildið við líka við vesturheims-vápnum til fyrimunar fyri eitt land, ið illa nokk er demokratiskt, og sum, um tað einaferð gerst partur av ES, fer at hava tað líka ringt undir Bruxelles, sum Eysturtýskland, Pólland, Tjekkoslovakia og Ungarn høvdu tað undir Moskva. Eins og Milan Kundera gjørdi vart við, so var tað eitt vánaligt hugskot at flyta politiska markið millum eystur og vestur fleiri hundrað kilometrar vestur um mentanarliga markið, sum tað varð gjørt eftir 2. heimsbardaga. Nú vil ES við Ursulu van der Leyen á odda gera tað øvuta, og hon heldur í síni turkatrúgv, at tað verður ein sólskinssøga. Tað verður tað ikki. Tað verður eitt vónbrot.

 

 

Ikki okkara trupulleiki

Europa hevur nógvar trupulleikar, ið skríggjað verður eftir loysnum uppá. Sama ger seg galdandi í USA. Viðurskiftini millum Russland og Ukraina eru ikki ímillum hesi, als ikki millum trupulleikarnar hjá Europa, ið – um Ukraina vinnur og harnæst verður limur í ES – fær eitt fremmant land, ið altíð fer at vera á útivølli, við umborð á skútuna. Fyri USA kemur eiheldur nógv gott burturúr einum ukrainskum sigri. Í eina løtu fæst sjálvandi tað burturúr, at Russland verður sett til viks sum stórveldi, men afturfyri stendur vesturheimurin eftir við eini øktari hernaðarbyrðu, um ein verja av Ukraina við nøkrum trúvirði skal byggjast upp móvegis einum beiskum og hevndarsinnaðum Russlandi, og samstundis gerst Kina alsamt meira valdsfullkomið.

USA hevur tað ikki lætt við Kina, meðan sambondini við Russland hinvegin søguliga sæð hava verið góð. Russland er, tá tað til stykkis kemur, einasta landið av atlantseuropeiskari stoyping, sum hevur format til at vera á jøvnum føti við USA, ikki eitt uppgjørt, ótolandi og sjálvpromoverandi land sum flokkurin av europeiskum tjóðarstatum, har leiðararnir altíð kappast um at fáa sína mynd tikna saman við amerikanska forsetanum, tá toppfundir eru.

Ikki bert fyri USA og Russland, men fyri alla verðina mugu vit ynskja, at amerikanarar slíta sambondini við fyrrverandi sovjettlýðveldið Ukraina, eitt skirvisligt, heterogent og ikki-burðardygt tjóðarskapilsi, sum ongantíð hevur havt áhugan hjá USA, og heldur finnur aftur til gamla vinarlagið við Russland frá 1776, og sum stóru fyrimyndirnar hjá núverandi forsetanum Joe Biden, nevniliga Franklin Delano Roosevelt og John Fitzgerald Kennedy, hálovaðu og høvdu stórt álit á. Tað gjørdi Dwight David Eisenhower, generalur og seinni forseti (1953-1961), eisini. ”Tí”, sum hann skrivar í sínum krígsendurminningum frá 1948, ”so leingi har er sínámillum álit og satt vinarlag millum USA og Russland, so fer ongin tjóð at megna at hótta heimsfriðin”. Tað var satt í 1948, og tað er framvegis satt. Tá fara vit loksins at kunna fara í holt við at loysa teir sosialu og umhvørvisligu trupulleikarnar, sum hanga sum eitt Damoklessvørð yvir okkum øll.