Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarar: Millum gult og reytt kort

Jákup Ósá

Róin Schrøter, formaður íkappingarnevndini hjá FSF, sigur, at dómararnir undir viðgerðinimettu, at Mayowa Alli átti eitt stað millum gult og reytt kort íumtalaðu støðuni móti HB.

Róin Schrøter var gestur íáhugaverdari sending á Rás 2 seinnapartin, har m.a. málið umMayowa Alli bleiv viðgjørt og hvørjar mannagongdir eru í slíkummálum. Formaðurin í kappingarnevndini segði m.a., at dómararhøvdu verið við í viðgerðini, nú kappingarnevndin tók málið upp, og niðurstøðan var, at hendanstøðan, sum skuldi síggjast í eini heild, hevði verið mett tileitt stað millum gult og reytt kort. Sostatt halda dómarar ikki,sum mong onnur, at talan er um eitt sólarklárt reytt kort.

Øll sendingin kann hoyrast HER.