Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómaraskeið í Klaksvík

Tíðindaskriv

Tann 26.januar kemur Lassin Isaksen at hava eitt grundskeið innan døming í KÍ høllini. Skeiði byrjar kl. 17.00.

Tann 26.januar kemur Lassin Isaksen at hava eitt grundskeið innan døming í KÍ høllini. Skeiði byrjar kl. 17.00.

Øll sum hava áhuga at døma kunnu møta.


Endamáli við skeiðinum er m.a.:

Førleika menna tey sum virka sum “heimadómarar” úti í feløgunum, soleiðis at tey hava kunnleika til fótbóltslógina, fyri at betri døma dystirnar har heimafelagi setir dómarar.

Dómarin er fyrireiking til FSF dómaran, tí skulu vit royna at fáa nakrar av luttakarunum at tekna til FSF dómaraskeiðið sum verður 23. og 24. Mars 2016


DÓMARIN

Dómaraskeið á 5 tímar (ella har á leið)

Grundskeið á 5 tímar, sum verður hildið úti í økjunum.

Upptøkukrøv: 14 ár

Evni sum verða viðgjørd:

– Generelt um døming, hvat og hvussu er tað at vera dómari.

– Fríspark, – beinleiðis og óbeinleiðis


Rangstøða

Teori og praktik. – tekngeving og døming á vøllinum

Luttakararnir skulu ikki til próvtøku, og tískil fáa teir ikki prógv, men eitt luttøkuskjal.

Døming: – Døma yngri deildir – heimadómari


Skráin

§§ 1-10 og 15-17 (2 tími)

§ 11-14 (2 tímar)

Tekngeving og praktikk (1 tími)

Luttakararnir skulu ikki til nakra roynd, teir fáa eitt luttøkuprógv; men vit vóna at nakrir av luttakarunum tekna seg til “FSF dómaran”, tað er dómaraskeið við próvtøku sum veður 23. og 24. mars.

Um tit hava spurningar, so eru tit vælkomin at seta tykkum samband við Hans Jacob á heinesen@hotmail.com ella tel. 281904