Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómaratrio í festivalhýri foreraði gestunum alt

John William Joensen

Hóast KÍ bert kann takka sær sjálvum fyri ikki at fáa mál burtur úr møguleikum – kann HB takka dómaratrio fyri málini

Tað var ein sjálvsama ivandi og trivlandi døming teir gott og væl 1200 áskoðararnir á Djúpumýru vóru vitni til. Um dómaratrioin úr Leirvík og Gøtu hevði tjóðstarta festivalvikuskiftið – skal verða ósagt – men ósagdir og broyttir dómar settu dám á dystin.

Fyrsta málið kemur eftir eitt sera ivasamt brotspark, sum beinleiðis kom vegna dómarafeil.

Fyrst dømur linjuverjin málspark – dómarin ivast – so ivast linjuverin og dómarin peikar út til hornað!!! – Áskoðarar og heimalið í øðini – meðan vitjandi spælarar og áskoðarar stórfegnast og grína.

Burturúr hornasparkinum dømir dómarin bortsspark og so var 1-0 til HB.

Ivasamar dómaraavgerðir elvdu til øsing og dómarin bleiv alt meira ósikkur sum dysturin leið. Baði gul og reytt kort vóru gloymd í lummanum!

Vánaliga avrikið kemur í hæddina tá HB-spælari slær bóltin framvið Jákup Mikkelsen í KÍ málinum. Áskoðarar og heimaleikarar standa sum kanus meðan hvørki dómari ella linjuverið lata við seg koma.

Jú-jú – sanniliga var dómaratrioin í festivalhýri og ikki eitið á avrikið at forera HB tvey mál í Klaksvík???