Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarin álopin á Tvøroyri

John William Joensen

Dagfinn Olsen, dómari á Sevmýru, bleiv sligin og sparkaður á veg av vøllinum.

Dysturin millum TB og B36 á Tvøroyri var annars ein sera linligur dystur, men ímóti endanum fór alt upp í kók og dómarin fekk harða viðferð.
Dagfinn Olsen, sum dømdi dystin sigur at tað serliga var framferin hjá fysiskavenjaranum hjá B36, sum fekk alt upp at kóka.
– Tað vóru tvær hendingar í yvirtíðini sum gjørdi at alt endaði í rokið.
-Tað byrjar við at TB hevur innkast beint uttanfyri beinkin hjá B36.
– Bólturin endar hjá Magna Mohr, men tá Jón Johannesen hjá TB bukkar seg niður at taka bóltin, sparkar Magni bóltin burtur.
– Jón tveitir síðani bóltin eftir Magna, men rakar hann ikki. Flest allir leikararnir savnast í einum stórum trunka framman fyri beinkinum hjá B36, og har er handfast millum fleiri.
–  Ein av B36 leikarunum sproytar vatn eftir Jón og hann svarar aftur við at sláa B36 leikaran.
– Hetta loypir øði í grindina og eg kann ikki gera annað enn at floyta dystin av tí ikki bar til at fáa tamarhald á støðuni.
– Øsingin vildi ongan enda taka, tí meðan eg og linjuverjararnir ganga av vøllinum eru áskoðarar eftir okkum.  – Eingi trygdarfólk vóru at síggja, og skal eg siga sum er so vóru vit sera illa kroystir.
– Sjálvur verið eg bæði sligin og sparkaður á veg inn í TB húsið, men tá vit komu í umklæðingarrúmið vóru tveir trygdarvørar sum syrgdu fyri at halda fólki burtur.
– Eftir at vit høvdu skift vóru vit síðani førdir út í bil sum bíðaði eftir okkum, men tá var framvegis nógv fólk sum hóttu bæði við einum og øðrum.
 
Dómarin skelkaður
Dagfinn Olsen sigur at teir vóru rættuliga skelkaðir av hendingin.
– Ein dugur ikki at ímynda sær at ein dystur kann enda á slíkan hátt og tí vóru vit skelkaðir av tí sum fór fram.
– Dómarafelagið fer at taka hendingina upp á fundi í kvøld tí vit kenna at hetta má fáa avleiðingar. Tað hava eisini verið aðrar hendingar í ár har viðhaldsfólk tveita fløskur og annað eftir linjuverjunum og tí er umráðandi at vit gera okkurt munagott fyri at steðga hesum.

Harleyfacadeacryl