Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarin hevur dømt Føroyar áður

Jákup Ósá

Stockholm: Dómarin, sum er settur til at døma AIK-KÍ, hevur áður dømt bæði U- og A-landsliðið hjá Føroyum.

Tá AIK-KÍ bresta saman hóskvøldið, so verður tað við dómara úr Luxembourg. Hann eitur Laurent Kopriwa og hevur dømt 33 altjóða dystir. M.a. hevur hann dømt Føroyar tríggjar ferðir. Hann dømdi, tá U21 landsliðið tapti 1-0 í Eysturríki í fjør. Hann dømdi, tá U17 landsliðið spældi 1-1 javnleik móti Kypros í 2012 og somuleiðis í 2012, tá A-landsliðið tapti 2-0 móti Íslandi á útivølli. Hjálpardómarar og 4. dómari koma eisini frá Luxembourg.

Harleywoodpaint