Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dómarin: Mistak á dómaraseðlanum

Jákup Ósá

Páll A. Klettskarð fer at ‘’missa’’ annað málið í dagsins dysti, váttar dómarin fyri Norðlýsinum.

Fyrr í kvøld skrivaði Norðlýsið við støði í dómaraseðlanum, at Páll A. Klettskarð bleiv skrásettur fyri tvey mál og tí tók metið einsamallur hjá KÍ. Men hetta fer ikki at varða leingi, tí dómari og 4. dómari hava gjørt eitt mistak, tá dómaraseðilin bleiv fyltur út.

– Tað var eitt misskiljing hjá okkum, tá dómaraseðilin bleiv fyltur út. Tað var Jonn Johannessen, sum fekk málið til 5-0 og eg havi boðað FSF frá, at tað skal rættast og tað verður tað nokk ein av komandi døgunum, sigur Bjarki Danielsen, dómari, við Norðlýsið.

 


Sostatt kom Páll í dag á deilt 1. pláss sum toppskjútti hjá KÍ, men manglar eitt mál fyrui at taka metið einsamallur.

 

Dagført kl. 20.17: Nú er dómaraseðilin broyttur so at Jonn er skrásettur fyri 5. málið. Sí niðanfyri.

Harleyfacadeacryl