Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarin: Verður avgjørt kl. 15.00

Jákup Ósá

Dómarin til dystin í Fuglafirði,Petur Reinert, greiðir frá, hvussu vanliga mannagongdin er, tátalan er um dystir, sum vera spælir í meira ivasomum líkindum.

ÍF og KÍ skulu eftir ætlan spælalandskappingardyst í Fuglafirði í dag kl. 15.00. Men miðalvindstyrkin verður mett at blíva 16-17 m/s og tá er ivasamt, umtað er spælandi. Petur Reinert er dómari í dag og tá dysturinikki er fluttur frammanundan, so liggur avgerðin hjá dómaranum.

– Sum støðan er nú, so verður avgjørt kl. 15.00, um tað verður spælt ella ikki. Eg kann bara fyrhalda meg til, um tað er spælandi ella ikki kl. 15.00, sigur Petur Reinert við Norðlýsið.

Norðlýsið skilir úr Fuglafirði, at líkindini eru hampilig í løtuni og at ættin er góð. Men áskoðararnir fáa ikki eitt endaligt svar, um tað verður spælt ella ikki fyrr enn kl. 15.00. M.a. skal bólturin kunna liggja stillur, tá deyðbóltsstøður vera tiknar. Verður nakað nýtt at frætta áðrenn kl. 15.00, so koma vit út við tí á nordlysid.fo.