Orsøkin til vitjanina er dokumentarfilmurin En Stemme For Livet, sum verður sýndur í Atlantis nú mikukvøldið og hóskvøldið.
Tjúgu ár eftir at hon seinast hevði bústað í Klaksvík leitar Anne Holst Moulvad aftur á slóðina. Orsøkin til vitjanina er dokumentarfilmurin En Stemme For Livet, sum verður vístur í Atlantis Bio seinast í mánaðinum.
Anne Holst Moulvad búi fyri 20 árum síðani í Klaksvík, har hon, umframt at starvast sum læraravikarur, eisini var venjari hjá Stjørnuni. Tey bæði árini hon búleikaðist her fekk hon ta fatan at hóast ein býr í einum lítlum býi, ber kortini til at náa stór og góð úrslit, um neyðuga treisknið er til staðar. Hetta er samstundis høvuðsboðskapurin í filminum En Stemme For Livet, sum er fyrsta royndin hjá Anne Holst Moulvad innan filmslist. Arbeiðið við filminum byrjaði í 2006, og hann er nú triðmest sæddi dokumentarfilmurin í Danmark seinastu tvey árini.
– Eg eri ógvuliga fegin um at Atlantis hevur valt at vísa filmin, sigur 44 ára gamla Anne Holst Moulvad. Hetta er ikki ein filmur, sum er skorin eftir ferðmiklum og buldrandi James Bond leisti, men um fólk ómaka sær at koma at hyggja, so kann eg lova teimum eina góða og øðrvísi biografuppliving, sigur debutanturin úr Frederiksberg. Tað hevði glett meg um míni gomlu vinfólk fóru ein túr í biografin og seinni lótu frætta frá sær, eitt nú gjøgnum Facebook. Anne Holst Moulvad hevur nógv góð minnir frá tíðini í Klaksvík og sigur seg sakna føroyska matin. Serliga eru tað skerpikjøt og turrur fiskur, sum leikstjórin minnist aftur á við einum smíli. Hon er í dag búsitandi í Herning og starvast dagliga hjá TV2 í Holstebro.
En Stemme For Livet er ein dokumentarfilmur um ein mann við eini heilt serligari verkætlan. Filmurin snýr seg um at ganga á odda, um sosialan arv, um frálíkar røddir og um ikki at geva skarvin yvir. Í útjaðaranum í Jútlandi hevur kórleiðarin Mads Bille megnað at skapt eitt av bestu kórunum í Danmark. Kórið er sett saman av dreingjum úr øllum samfelagsstættum og er mett at vera á altjóða støði. Ein tílík verkætlan krevur vanliga ein milliónabý sum grundarlag, men við treiskni og áræði ber kortini til at koma langt.
Filmsliðið fylgdi arbeiðinum hjá Herning Kirkes Drengekor í umleið tvey ár. Kórið er fremstur veitari av evnaríkum sangarum til konservatoriir og Opera Akademiið. Mads Bille, kórleiðari plagar at velja dreingir úr 3.flokki og vanligt er at sangararnir eru partur av kórinum í umleið tíggju ár. Ógvuliga fáir av dreingjunum eru úr heimum við klaveri og PH lampum í stovuni. Kórleiðarin tvíheldur um at evnagóðir sangarar eru allastaðni at finna í samfelagnum. Einasta treyt er at fortreytir verða skaptar, soleiðis at til ber at menna sanggávurnar hjá fólki. Tað snýr seg í stuttum um at raðfesta umhvørvið heldur enn at gera metingar um arvaligar eginleikar. En Stemme For Livet hevur fingið frálíka góð ummælir í donskum miðlum. Her eru nøkur dømi:
Kristeligt Dagblad – 5 stjørnur
Filmurin elvir til gásarhold, gleði og sorg og er avgjørt verdur at síggja. – Carina Fogsgaard Jacobsen
Herning Folkeblad – 5 stjørnur
Her er ein framúr góð orsøk til at fara í biograf, tí at hesin filmurin er ein stór uppliving. Hetta er ein filmur, sum viðkemur øllum, tí at hann vísir eina eldsál, sum ágrýtin stríðist fyri at gera ein dreym til veruleika. Tílík fólk lyfta støðið í okkara samfelag. – Henrik Øster-Jørgensen
Politiken – 4 hjørtu
Hesin stuttfilmurin hevur uppiborið eitt inniligt viðmæli og ringt er at standa ímóti filminum hjá Anne Holst Moulvad. – Sophie Engberg Sonne
En Stemme For Livet verður sýndur í Atlantis mikukvøldið 30. sep. kl. 20:00 og hóskvøldið 01. okt. kl. 20:00.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Atlantis.




