Frá 27. juli til 6. august hevur Doron Eliasen frá Íslandi, búsitandi í Garðabær, málningasýning í Ribarhúsi. Doron er ættaður úr Fuglafirði, men hevur stórsta partin av ævi síni búð í Garðabæ.
Málningar hansara eru natúrlýsingar – bæði føroyskar og íslendskar, fólkalýsingar og poetiskar myndir.
Ferniseringin verður leygardagin, tann 27. juli kl. 16:00, har tónleikur verður at hoyra og okkurt gott undir góman.




