Seinasta leygardag skipaði HBF saman við BSF fyri doublekapping í Badmintonhøllini í Tórshavn.
Seinasta leygardag skipaði HBF saman við BSF fyri doublekapping í Badmintonhøllini í Tórshavn.
Kappingin var fyri ung, deild uppá U13 í A-B bólk, U13 C-D bólk gentir og so dreingir. U15-17 A-B bólk og U15-17 C-D bólk. Eisini var kappast í Vaksin A. KBF tók lut við 26 leikarum, og gekk tað av tí besta hjá teimum. Tey vunnu ikki minni enn 14 heiðursmerkju.




