icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Doulos á Klaksvík

Oliver Joensen

Um 18 tíðina í dag, kom trúboðaraskipið Doulos á Klaksvík. Skipið er bygt í 1914 ella umleið tvey ár aftana at tiltikna ferðamannaskipið Titanic varð bygt.

Stór móttøka var á vestara havnaøki í Klaksvík tá Doulos legði at, hornorkestrið spældi, fýrverkarí varð skotið av og sera nógv fólk høvdu leita sær til móttøkuna, har m.a. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri beyð skipinum vælkomnum.
Ætlanin er at skipið skal steðga her til sunnudagin og hesar dagarnar verður skipað fyri ymsum tiltøkum umborð á skipinum, eins og manningin eisini fyriskipar einum altjóða kvøldi í KÍ – høllini leygarkvøldið.
Ein klaksvíkingur er við skipinum, tað er 21 ára gamla Margith Olsen, dóttir Henny og Óla Karl Olsen.

Harleyfacadeacryl