Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Doulos sett kós móti Fraklandi

John William Joensen

Nógv fólk var samankomið á kajuni í gjárakvøldi tá trúðboðanarskipið Doulos segði farvæl.

Magni Jacobsen, sum hevur verið ein av fyriskiparunum fyri vitjanina í Klaksvík, sigur at manningin á Doulos upplivdi ein ótrúligan blíðskap í Klaksvík.
– Familjunar sum eru við skipinum fingu bjóðaði barnansing á Viðareiði meðan skipið lá í Klaksvík. Eisini vóru mong sum bjóðaðu sær til at skipað fyri útferðum ymsastaðni kring um í norðoyggjum.
– Fyritøkur ymsastaðir kring um í landinum høvdu latið skipinum olju í tangarnar.
– Matur kom umborð á skipið allan dagin. Fólk komu við bollum, vaflum, og fyritøkur lótu porviant.
– M.a. komu tveir plattar av flaki og saltfiski umborð á skipið meðan tað lá við bryggju í Klaksvík.
– So blíðskapurin baði meðan skipið lá á Havnini og í Klaksvík var óførur.
Fyrireikararnir meta at eini 4-5000 fólk hava vitjað umborð á skipinum meðan tað lá við bryggju í Klaksvík. Á Føroya ferðini hava næstan 10.000 fólk vitjað umborð á Doulos.

Skipið sett kós móti fjareystri
Doulos er nú á veg til Frankarríkið og síðani skal skipið til Brehmen í Týsklandi har tað skal feira 90 ára føðingardag í augustmánaða. Síðani fer skipið aftur til Frankarríkið og so víðari í miðarahavið. Síðani gjøgnum Zues-kanalina og til tey Arabisku londini. Í november skal skipið eftir ætlan verða í Hong Kong.