Skúlaskipið Dragin hevur fingið øll neyðug loyvir at sigla við ferðafólki og tí er nú lag á manni at fara ein túr við Draganum.
Hans Eli Hansen frá Draganum sigur, at í síðstu viku ímeðan Vestnorden tiltakið var í Klaksvík og í Fuglafirði, hevði Dragin úr at gera við at sigla við ferðafólki. Men hesa vikuna hevur ikki ligið so væl fyri.
Tað hava ikki verið so nógv ferðafólk í Norðoyggjum nú og tí hevur ongin túrur verið hesa vikuna.
Vit hava lýst við at vit sigla ein túr hvønn dag, so fólk sum vilja vita nærri og hava hug til ein túr við Draganum, kunnu ringja á Kunningarstovuna at fáa nærri at vita.
Útferðirnar vit hava gjørt hava tikið umleið fýra tímar og við í prísinum er eisini kaffimuður og suppa, so ikki er neyðugt at hava matpakka við til hesar fýra tímarnar.
Við í átaki
hjá Sparikassanum
Mánadagin var Norðlýsið á Stongunum við myndatólinum, og júst tá hekk Per á Hædd, fotografur uppi í einum krána og avmyndaði ungfólk á dekkinum á Draganum.
Tá vit spurdu Gunnar Nolsøe, sum eisini var hjástaddur um hvat fyrifórðst, segði hann okkum, at myndirnar skuldu brúkast í einum átaki sum Norðoya Sparikassi var við at evna til saman við reklamufelagnum Vasti.
Hvat tiltakið gekk út uppá vildi Gunnar ikki avdúka, men hann bjóðaði okkum við Alfa Pilot, út á Pollin at taka myndir av Draganum og vit lata myndirnar tala fyri seg.




