Vit vóru ein túr umborð á Draganum og royndu "Stormsúpanina" hjá kokkinum, Dorius Frederiksberg.
Sera hugnaligt var niðri undir, har fólk sótu og hugnaðu sær við einum suppukoppi og góðum práti.
"Stormsúpanin" var sum vera man ein fiskasúpan, við alskyns góðum úr havinum, og hon smakkaði avbera væl, skulu vit heilsa og siga.




