Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Drama í Sambandsflokkinum

Jóhann Lützen

Fosturtøkumálið elvir til innanhýsis stríð í Sambandsflokkinum. Stór ónøgd er í ymsum pørtum av Sambandsflokkinum við at Eyðdis Hartmann Niclasen er ein av uppskotsstillarunum av fosturtøkumálinum, sum eftir øllum at døma verður lagt fyri løgtingið í næstum

 

Norðlýsið skrivaði tann 10. september, at samgongutinglimir arbeiddu við at leggja fosturtøkumálið fyri tingið aftur. Vit skrivaðu. at hetta órógvaði innanhýsis í Javnaðarflokkinum, tí tinglimirnir hjá C eru ikki samdir í málinum. 

Men tað er ikki einans í Javnaðarflokkinum at fosturtøkumálið elvir til innanhýsis stríð. 

Í kvøld hevur Norðlýsið fingið at vita frá keldum tætt við Sambandsflokkin, at so stór ónøgd er við, at Eyðdis Hartmann Niclasen er ein av uppskotsstillarunum til fosturtøkumálið, at fleiri sambandsfólk í baklandinum umhugsa sína støðu í flokkinum.