Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreinginir á Fípuni Føgru júst ov stuttir

Jákup Ósá

Dreinginir úr Klaksvík høvdu ein góðan endaspurt, men blivu júst ov stuttir, so at Tjaldrið vann á heimasjógvi.

Tað var nærum ongin munur á málinum eftir at Tjaldrið og Junkarin annars vóru teir fremstu fram til endaspurturin fór í gongd. Í endaspurtinum fór Fípan Fagra at ganga og tók Junkaran við góðari bátslongd, men Tjaldrið vann við lítið meir enn einum stavni í einum sera spennandi og tøttum róðri. Talan var um fyrsta sigurin hjá Tjaldrinum í ár, sum enntá kom á heimasjógvi, so lítið er at ivast í, at tey í kappróðrarfelagnum í NSÍ fegnast eyka nógv um júst hendan sigurin.

5 mannafør dreingir

1 Tjaldrið 05:03.21 7 stig
2 Fípan Fagra 05:04.04 6 stig
3 Junkarin 05:07.16 5 stig