Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreingjakórið syngur í Klaksvík

John William Joensen

Afturkomið av íslandsferð hevur Dreingjakórið undir Brúnni í Havn sangløtu í Ósáskúlanum sunnudagin kl. 16

Hjá tjúgu dreingjum í Havn er tað ein vetrarítrótt at syngja í Dreingjakórinum undir Brúnni. Um summarið er so nógvur uttandura ítróttur, sum dregur meira. Men dreingirnir hava møtt sera væl til venjing í vetur, og tað er nú, meðan venjingin er góð, at teir tora til Klaksvíkar, har góður sangur ikki skortar.
 
Seinastu tveir mánaðirnar hevur serliga hugaliga verið vant, tí fyri framman stóð ein ferð til Reykjavíkar, og har fekk Dreingjakórið undir Brúnni sera góða móttøku um miðjan januar mánað. Og tað er ta sangskránna, dreingjakórið og leiðarar teirra halda, at eisini norðoyingar skulu hava gleði at hoyra. Undan ferðini vestur um hav var á sama hátt skipað fyri sangløtu í Kommunuskúlahøllini í Havn.
 
Ferðin til Íslands gekk stak væl. Hóast talan bert var um eitt vikuskifti, so sang kórið í fimm støðum. Endamálið við ferðini var eisini at hoyra onnur barna- og ungdómskór syngja, og tað fingu føroysku dreingirnir høvi til. Sangløta var í Langholtskirkju leygardagin 17. januar, har Jón Stefánsson tók ímóti við sínum Gradualekóri, og dagin eftir, sunnudagin 18. januar, hitti Dreingjakórið undir Brúnni einasta dreingjakórið í Íslandi, tað í Neskirkju.
 
Hetta var fyrsta uttanlandsferðin hjá dreingjakórinum, sum hevur sungið seinastu fimm vetrarnar. Fyrsta almenna framførslan var á nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum, og annars hevur serliga verið sungið til ymisk tiltøk upp undir jól. SvF tók upp eina sending til páskir í fjør, og nú var so hildið, at tíðin var komin til eina uttanlandsferð. Tí avbjóðingar skulu til, um dreingirnir skulu hava hug at halda á.
 
Nú verður so avbjóðingin at syngja fyri norðoyingum. Kórleiðarar eru Eli Smith, Brita á Váli Smith, Meta av Fløtum og Martha W. Dalsgaard. Klaverfylgispælið hevur Gunnar Guttesen. Summir av dreingjunum spæla eisini á ljóðføri, og okkurt av tí verður somuleiðis at hoyra.
 
Sangløtan við Dreingjakórinum undir Brúnni verður í Ósáskúlanum í Klaksvík sunnudagin 8. februar kl. 16