Tað var ikki besta byrjanin uppá kappingarárið, sum nýggi Klaksvíkingurin fekk.
Tað var ikki besta byrjanin uppá kappingarárið, sum nýggi Klaksvíkingurin fekk.
Manningin á Klaksvíkingi hevur ikki fjalt útyvir, at málið aftur í ár er at vinna FM. Men byrjanin uppá hetta kappingarárið var ikki tann besta hjá klaksvíkingum. Drekin Reyði er verandi FM vinnari og báturin av Argjum hevur framvegis ikki roynt nakað annað enn at vunnið, tí báturin vann allar róðrarnar í fjør, tá hann róði fyri fyrstu ferð, og hann vann aftur í dag. Og tann reyði ikki bara vann, hann var í einum flokki fyri seg, tí tað var áleið hálv onnur bátslongd aftur til Klaksvíking, sum var á 2. plássi. Bátarnir fylgdust væl fyrstu løtuna, men í miðróðrinum gekk Drekin Reyði nógv betri, og tí kundi Klaksvíkingur bara minka um stóru frástøðuna í sjálvum endaspurtinum.
Klaksvíkingur hevur søguliga sæð havt tað trupult á heimasjógvi, so tað er ikki vist, at so nógv skal leggjast í hetta úrslitið í mun til alt kappingarárið. Fleiri mans á Klaksvíkingi komu ikki heim fyrr enn í vikuni og so hava teir bara havt nakrar fáar venjingar umborð á nýggja bátinum. Tí vil komandi tíðin vísa, um Klaksvíkingar vera førir fyri at svara aftur, tá manningin hevur verið meir saman og tá hon hevur róð oftari í nýggja bátinum. Men eingin ivi er um, at Drekin Reyði fekk eina sannførandi byrjan uppá kappingarárið og veruliga hevur sligið fast, at nógv vinnandi rógvararnir á Klaksvíkingi fáa einki fyri givið í ár í FM kappingini.
Næsta stevna er longu komandi leygardag, tá Sundalagsstevna er í Kollafirði. Og í Kollafirði hevur Klaksvíkingur góðar royndir, tí har hevur báturin vunnið í 2006, 2009 og 2012. Bæði í 2006 og 2009 vann Klaksvíkingur sín fyrsta róður í kappingarárinum í júst Kollafirði og so er spurningurin, um tað sama hendir leygardagin?
Úrslit hjá 10-mannaførum:
1. Drekin Reyði 04:09:23
2. Klaksvíkingur 04:12:15
3. Havnarbáturin 04:14:17
4. Ormurin Langi 04:16:11
5. Nólsoyingur 04:19:11




