Klaksvíkingur rakti ikki dagin á Fjarðastevnu á Strondum í dag.
Klaksvíkingur rakti ikki dagin á Fjarðastevnu á Strondum í dag.
Undan róðrinum í dag høvdu Drekin Reyði og Klaksvíkingur vunnið hvør sín sigur og lagt var tí upp til ein sera spennandi róður í dag á Strondum. Tað sá eisini út til at blíva javnt og spennandi í startinum, har Klaksvíkingur kanska var tann fremsti. Men í miðróðrinum var Drekin Reyði tann besti, tók leiðsluna og økti so við og við sum bátarnir nærkaðust málinum. Klaksvíkingur plagar at hava ein tiltiknan endaspurt, men hesaferð minkaði munurin einki nevnivert á seinastu metrunum, og tí vann Drekin Reyði við meir enn hálvari bátslongd, sum eisini var áleið munurin á bátunum seinna partin av teininum.
Tíðirnar hjá 10-mannaførum eru hesar:
1. Drekin Reyði 04:24:08
2. Klaksvíkingur 04:25:21
3. Havnarbáturin 04:29:14
4. Ormurin Langi
5. Nólsoyingurin




