10-mannafør 2015: Óla Hendrik av Fløtum sigur, at FM vinnararnir frá Drekanum Reyða heilt vist verða millum 10-mannaførini í 2015.
Um vikuskiftið bórust tíðindini um, at 10-mannafarið Klaksvíkingur, sum hevur vunnið nógv seinastu árini, aftur fer at rógva eitt heilt kappingarár eftir ein steðg í 2014, har báturin tó luttók á fyrstu og seinastu FM stevnu/søku.
Drekin Reyði bjóðar av
Tað er í øllum førum greitt, at FM vinnararnir frá Drekanum Reyða bjóða av. Óla Henrik av Fløtum er ein av undangongumonnunum, sum var við í fjør og sum aftur verður við í ár.
– 6 av teimum 11, sum vórðu í fjør, verða við aftur. Síðani koma 5 nýggir, sum tó allir hava róð fyrr, og teir flestu hava róð í Argja Róðrarfelag. Vit byrjaðu alment at venja nú í januar, men onkur hevur verið í gongd longri enn tað. So vónandi fáa vit eina spennandi kapping í ár, har nógv 10-mannafør fara at rógva. Enn er tíðliga at siga, hvør kemur at liggja í oddinum, men eg vildi skotið uppá, at Klaksvíkingur, Ormurin Langi og vit koma at stríðast um fremsta plássið, sigur Óla Hendrik við Norðlýsið.
Les eisini:




