(Dystarfrásøgn) Tað var í grundini ongantíð spenningur um, hvør fór at vinna dystin á Tórsvølli í kvøld. Føroyar vóru væl betri enn Malta á øllum økjum og vunnu uppibornan 3-1 sigur.
Føroyar væl betri í undirhaldandi fyrra hálvleiki
Byrjanin uppá dystin var kanska merkt av fleiri tekniskum villum, serliga á føroyska miðvøllinum. Eini tvær ferðir kundi verið vandamikið. Eftir eitt korter kom fyrsti stóri møguleikin og hann fekk Malta, men Gunnar Nielsen stórbjargaði roynd frá høgru síðu. Hetta fekk kanska føroyska liðið at vakna, tí eftir hetta fingu Føroyar eitt gott tíðarskeið. Fleiri ferðir var nær við at blíva heilt vandamikið. Eftir 31 minuttum kom ein gáva frá Malta verjuleikara, sum legði skeiva avlevering, Jóan Símun Edmundsson (sum var valdur til dagsins leikara á Tórsvølli) gjørdist púra leysur, og so var 1-0. Bara 9 minuttir seinni var 2-0 eftir gott føroyskt álop, har Brandur H. Olsen spældi René S. Joensen leysan. René dró framvið einum verjuleikara, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið til 2-0. Nú sá alt kanska trygt og avgjørt út, men stutt fyri hálvleik kom Michael Mifsud at standa púra leysur í økinum kring Sonna Ragnar Nattestad og Viljorm Davidsen, har Malta fekk síni vandamiklu álop og søguligi leikarin, sum spælir fyri Birkirkara, skoraði fyri aðru ferð móti føroyskum liði í ár. 2-1 var hálvleiksstøðan í einum undirhaldandi hálvleiki, har nýggi høgri bakkurin Gunnar Vatnhamar kann nevnast sum ein, sum avgjørt stóð royndina. Hagtølini fyri hálvleikin siga eisini, at Føroyar vóru betri á øllum økjum.
Koyrdu sigurin trygt heim
Bara seks minuttir inn í seinna hálvleiki komu Føroyar aftur á odda við tveimum málum. Tað luktaði av brotssparki frammanfyri mongu dómarunum, Tá Gilli R. Sørensen fór um koll, men floytan tagdi. Føroyar varðveittu bóltin, Sølvi Vatnhamar legði útfrá til Hall Hansson og hann smekkaði bóltin í málið. Eftir hetta koyrdu Føroyar trygt móti sigrinum, og tað var nærum ongantíð ordiliga vandamikið hjá Malta í seinna hálvleiki. At Malta hevði trupulleikar sást aftur í mongu gulu kortunum, sum leikarar hjá Malta fingu. Tað var í grundini nærri við at blíva 4-1 enn 3-2 móti endanum av dystinum. Føroyar fingu sostatt eina flúgvandi byrjan uppá Nations League. Hin dysturin í bólkinum millum Aserbadjan og Kosovo endaði við javnleiki, so ‘’liggja vit nummar eitt’’ sum Skansin sang seinastu minuttirnar. Longu mánakvøldið er aftur dystur, tá Føroyar skulu til Kosovo at spæla. Í mun til hesaferð, so eru Føroyar neyvan favorittar í tí dystinum, men tá verður ikki minni spennandi at síggja, hvat Føroyar kunnu gera í hesum bólkinum, har Malta á pappírinum er mett sum tað veikasta mótstøðuliðið. Men tað tekur einki frá einum sannførandi avriki á Tórsvølli í kvøld.



