Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dreymamál frá Jákupi B. Andreasen sendi Føroyar nærri deild C 2024

Jákup Ósá

Frískar kreftir spældu lyklaleiklut, tá Føroyar vunnu týdningarmiklan sigur móti Litava.

Millum broytingarnar í uppstillingini til hendan dystin vóru, at KÍ-leikararnir Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen fingu sínar fyrstu møguleikar frá byrjan hetta bólkaspælið. Og teir báðir vóru kanska bestu leikararnir á vøllinum. Litava kom á odda 1-0, men Føroyar javnaðu og beint áðrenn hálvleik legði Jákup B. Andreasen Føroyar á odda við sera flottum langskoti, sum telist millum flottastu málini í føroysku landsliðssøguni. 2-1 gjørdist úrslitið.

Úrslitið ger, at Føroyar eru í góðari støðu til at varðveita plássið í deild C til kappingina í 2024. Tað kann enntá verða nokk við hesum trimum stigunum, tí Føroyar hava betri málmun enn Litava.