Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreymar og hugsanir um Klaksvík

John William Joensen

"I hava a dream" eru vælkend orð. Men hvønn dreym hava Klaksvíkingar? Hvørja visjón hava teir? Norðlýsið hevur hitt listamannin Edward Fuglø, fyri at hoyra hvørjar dreymar ella visjónir hann hevur viðvíkjandi Klaksvík.


John D. Olsen

Kollektivi tunnilsrúsurin hevði lagt seg eitt sindur, tá eg týsmorgunin gekk niðan brekkuna til tey sermerktu húsini hjá Edward Fuglø, fyri at fáa eitt prát um Klaksvík í ljósinum av nýggja veruleikanum.
Stemplið í stempulkannini var kroyst niður og eyðkendi rómurin av kaffi var í luftini, tá vit settu okkum niður í hugnaligu stovuni.

Dreymar
Klaksvíkingar hava haft ein dreym tey seinastu árini, ið nú er vorðin veruleiki. Fast samband við meginøkið og í ávísan mun eisini tættari samband við Evropa og restina av heiminum. Hvønn dreym ella hvørja visjón hevur tú viðvíkjandi Klaksvík? Hvat hevði tú gjarna viljað viðvíkjandi Klaksvík?
Alt verður øðrvísi. Men man skal koyra nakrar ferðir ígjøgnum áðrenn man upplivir tað veruliga. Leygardagin var eg Cafémaster í Leikalund, og fekk tí ikki roynt tunnilin. Tað er fullkomiliga surrealistiskt. Dagurin eydnaðist so væl. Tað var heilt fantastiskt. Fýrverkið á midnátt var einastandandi flott og professionelt avgreitt.
Tá vit eru í góðum selskapi hava vit eina kenslu av vælveru. Hvat skal til fyri at vit fáa somu kenslu ella líknandi kenslu í einum býi? Er hetta yvirhøvur møguligt?
Tað er tað heilt avgjørt. Mentalt, um vit byrja við tí, hevur Klaksvík verið avskorin, fólk hava verið nokkso bangin fyri tunlinum, bangin fyri at øll fara til Havnar. Óttin skal leggjast burtur. Opinleikin er tað fyrsta, sum ger, at býurin mennist til tað betra.

Leikhús og listasavn
Hvat er tað ið hevur gjørt, at fólk hava haft hendan óttan?
Klakvík er ikki ein heilstoyptur býur. Syrgiligt er t.d., at einki flot gamalt sjónleikarhús er í býnum, ið er bygd í 1910, sum hevur eina værdigheit, sum eg haldi sjónleikur hevur uppiborið. Einhvør lítil býir hevur eitt slíkt. Enntá í Húsavík í Íslandi hava teir eitt slíkt hús.
Sjónleikarafelagið í Klaksvík hevur stoltar traditiónir. Serliga væl hava tey klára at beherska kommediina. Hetta hevur verið eitt varumerkið uttanfyri Klaksvíkinga og hevur Adelborg Linklett stóra æru fyri hetta.
Nú hevur man nú fingið eina kombinatión av leikhúsið og biografi, men átti man at vitað, at hetta ikki var hóskandi, tí teir hava roynt tað leingi í Havn. Eitt ávíst hús til leiklist, ið bert er til leiklist má absolutt til fyri at skapa trivnað. Slíkt arbeiði verður ikki prioriterað og heldur ikki vurderað nakað serligt.
Akkurát tað sama haldi eg um eitt listasavn. Tað hevur ongantíð verið nøktandi, at framsýningar hava verið uppi á skúlanum ræðulig forhold. Bara at fara á eina framsýning á einum skúla oyðileggur alt. Tað eru sovorðin ting, ið skulu til fyri at fáa ein betri bý. Hesi tingini skulu fáast uppá pláss og tað skal skjótt.

Mentanarhús og býráðumsiting
Sjálvt um eitt mentanarhús liggur í Fuglafirði, so áttu vit eisini at havt eitt. Men um vit bert skulu gera eitt mentanarhús, um tað loysir seg fíggjarliga, so kunnu vit droppa tað beinanvegin. Mentan er ikki handil ella forrætning.
Kongaliga teatrið, t.d., verður fíggja av skattakrónum. Teatur gevur okkum ein identitet og verða fólk samstundis upplýst og gerast tískil meira fjølbroyttir persónar. Teatur opnar eisini sjónarringin og ger teg meira kritiskan. Tað er altíð sunt. Tað kanst tú brúka allastaðni í lívinum m.a. innan politikk og religión.
Nú er inflatión fari í orðið handilssentur og øll skulu hava eitt handilssentur. Men tað at vit fáa eitt haldilssentur er ikki garanti fyri, at vit gerast meira glað. Alt gott um at byggja eitt handilssentur, men tað er ikki júst tað, sum eg meti er tað týdningarmiklasta.
Tað er fínt við einum sølusentri niðri á nýggja økinum, men eg haldi eisini at tað hevði verið fínt við einum prestige-bygningi á Akursmørk, ið kundi virkað sum eitt vartekn fyri Klaksvíkina, við arkitektoniskum ábendingum um upprunan til okkara bý. Kanska man kundi tikið støðið í vælkendu gomlu myndini av víkini har fleiri sluppir liggja, fyri at fáa serligu søguna við í bygningin. Á hendan hátt kundu við fingið ein bygning, sum er verdur, í sær sjálvum, at hyggja at, eins og Norðurlandahúsið er vert at síggja í sær sjálvum. Ein slíkur bygningur hevði verið perfektur har.
Tað kundi verið ein stórur bygningur, sum umframt at húsað konferensusentur, matstovu og tílíkt, kundi rúmað býráðsumsitingini, ið nú húsast í einum totalt brúkara óvinarligum húsum, sum hevur so lítlan estetikk, at man fær ilt av tí. Har kundi man havt eina líknandi brúkara vinarliga móttøku, eins Snarskivan á Vagliðnum.

Estetikkur
Eg hugsaði akkurát um, at býráðshúsini avspegla tann grundleggjandi holdningin vit hava. Merkiligt at teir ikki langt síðani hava sæð, at húsið har er eitt forget it. Teir eiga at ganga á odda fyri hvussu Klaksvík skal vera viðv. tænastu, estetikk o.s.fr.
Estetikkur er sera týðandi fyri heildar upplivingina av býnum. Eg havi tosað við nógv fólk, um hetta. Kolissan fjøllini og víkin eru heilt fantastiskt. Fleiri siga, at vit mugu hava gjørt okkum serligan ómak fyri at hava gjørt býin so ljótan. Tað skal nógv meira hugsan til, fyri at fáa alt at hanga betur saman; eitt nú við at hugsa í forleingilsi av tí gamla og ikki uppá bekostning av tí. Tað hevur alstóran týdning, at fólk hava møguleika at arbeiða við býarestetikki.

Grenj
So kann man siga, at eg bara sitið og grenji og tað hugaði eg ein yvirgang at eg gjørdi, men so byrjaði eg uppá Leikalund av egnum initiativið, tí eg helt at eg ikki bara skuldi grenja. Tað er vorðið eitt hitt, ikki bert fyri Klaksvík men fyri allar Føroyar. Hví er tað at Leikalund er vorðið eitt hitt? Partur av forkláringini er, meti eg, at tú kemur inn í eitt gamalt hús frá 1938, ið hevur fingið frið. Tú fært eina søgu, ein identitet og eitt konsept, ið er eitt sindur forkunnugt; har tú hoyrir tónlei og kanst fara á leitiferð millum bøkurnar og tónleikin. Hetta vísur uppá ein máta, hvussu okkurt kann gerast, uttan at tað kostar 10 milliónir.
Men húsið stendur í dag kanska av tilvild heldur enn av skili. Síðst í 70unum, var tað ein stemma í býráðnum, ið var avgerandi fyri, at húsið ikki var niðurrivið og økið gjørt til eitt bingjupláss. Soleiðis hugsaðu tey tá, sikkurt av bestu sannføring. Men nú halda vit okkurt heilt annað. Og okkara børn fara at halda okkurt heilt triðja. Men vit mugu taka hattin av fyri honum, ið hevur ein part av æruni fyri hesum húsinum, ið er kent fyri allar føroyingar.

Sjálvsfatan
Nú tunnilin stendur opin, heldur tú, at tað fer at hava nakra ávirkan á okkara sjálvsfatan?
Sjálvsfatan? Hvør er okkara sjálvsfatan? Hon er ofta basera uppá ítrótt og KÍ og tað verður mangan prioritera meir enn mentan. Ringt er at siga akkurát hvat hendir við okkara sjálvsfatan, men lýsingin av okkum kontra Havnini, hon hevur virkað savnandi; tó er lýsingin heilt burturvið og vil hendan sjálvsfatan, meti eg, svinna við tíðini.
Ein ávísur stoltleiki hómast, tá vit í Klaksvík lýsa okkum sum fiskivinnubý við stórum búskaparligum týdningi, men eiga vit ikki bert at verða stolt av hesum, men eisini av okkara mentan og intellektuella tilfeingi. Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa nýggj perspektiv, nýggir mátar at síggja tingini uppá. Tí er neyðugt at fáa fleiri akademikara at støðast í Klaksvík teir kunnu geva tann íblástur, ið skal til.

Frælsi
Tann størsti ítøkiligi fyrimunurin, nú vit eru fastknýtt at meginøkinum er frælsið, ið vit hava fingið. Vit kunnu fara og koma tá vit vilja. Vit hava fingið frælsi at velja ikki bert persónligt frælsi, men eisini vinnuligt frælsi.

Harleywoodpaint