Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dreymaskjal fyri Mentanarhúsið í Klaksvík

John William Joensen

Grunnurin “Mentanarhúsið í Klaksvík” við Signhild V. Johannesen sum forkvinnu hevur verið virkin í farna vetri við nógvum fundum um virksemið, sum skal verða í Mentanarhúsinum í framtíðini.

Grunnurin “Mentanarhúsið í Klaksvík” við Signhild V. Johannesen sum forkvinnu hevur verið virkin í farna vetri við nógvum fundum um virksemið, sum skal verða í Mentanarhúsinum í framtíðini.

Eftir ætlan skulu Klaksvikar Sjónleikarafelag, Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Tónlistaskúli og eisini býráðssalur verða í Mentanarhúsinum.

FuglArk hevur fingið uppgávuna at skipa eina byggiskrá, har ynskini hjá teimum ymisku felagsskapunum skulu lýsast, sum skulu vera í húsinum – Ja, tú kanst siga, at eitt dreymaskjal verður gjørt, har so nógv ynski, sum gjørligt, skulu koma við.

Stýrið hevur eisini skipað seg sum ein bygginevnd, sum skal ítøkiligera byggiverkætlanina við byggiskrá, gera tíðar- og fíggjarætlan og annars standa fyri útbjóðing av verkætlanini.

Í stýrinum fyri grunnin “Mentanarhúsið í Klaksvík” sita umframt Signhild V. Johannesen, sum er forkvinna, Gunvá við Keldu, Rudolf Joensen, Helga Gerðalíð, Sif Gunnarsdóttir og Archibald Black.

Høgni Kastalag frá FuglArk skal vegleiða bygginevndina, meðan Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri er tekniskur ráðgevi hjá stýrinum og Jensa Anthoniussen er skrivari.

Nú summarið er í hondum hevur stýrið tikið samanum, og næst á skránni er at hoyra teir ymsu partarnar, sum eru knýttir at verkætlanini um teirra ynskir. Til hetta høvið var ein avsluttandi fundur í Dreymsóljuni undir Hvítu Brúgv fyrr í vikuni.