Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drive-in biografur í Saltangará

Helgi Abrahamsen

Runavíkar býráð skal á býráðsfundi í dag taka støðu til eina umsókn um ”drive-in biograf”.

Tað er Jákup Lamhauge á Glyvrum, sum hevur ætlanir um at vísa filmar í gamla grótbrotinum omanfyri handilin Brotið, trý kvøld um vikuna.

Myndirnar verða vístar á einum 12 metrar breiðum skíggja upp ímóti berginum og ljóðið verður sent á FM-bandinum, so at fólk kunnu lurta í bilanlegginum.

”Økið er sera væl egnað,” sigur Jákup Lamhauge. ”Har eru veggir til tríggjar síður og ein handilsbygningur er á fjóðru síðuni, so hóast staðið er mitt í býnum, so órógvar tað ikki umhvørvið”.

Umleið 60 bilar kunnu standa á økinum, og Jákup Lamhauge ætlar at fara í gongd við ætlanina so skjótt sum loyvini eru í lagið.