Vit søkja eftir 3 pedagogum at starvast millum 20 og 40 tímar um vikuna
Pedagogar
Dr.Margrethu Barnagarður er normeraður til 94 børn í aldrinum 0 til 7 ár.
Vit søkja eftir 3 pedagogum at starvast millum 20 og 40 tímar um vikuna, við børnum í aldrinum 3 til 5 ár, 1 pedagog á 30 tímar viku við børnum í aldrinum 0 til 3 ár, at byrja 15.august 2006 ( ella eftir nærri avtalu )
Eisini søkja vit eftir einum vikari, sum vit kunnu heita á tá ið tørvur er á tí.
Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er, at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum 0 til 7 ár og á einum kristnum støði, at menna tey í tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt.
Vit kunnu bjóða tær :
Ein stovn í menning, hvar tú fart møguleikan at seta tín dám á dagligdagin.
Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.
Eitt gott arbeiðsumhvørvi.
94 praktfull børn.
Vit ynskja tí at umsøkjarin
Hevur góð samstarvsevnir.
Er nýhugsandi og ígongdsetandi.
Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
Hevur ábyrdarkenslu.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 10 / 16.
Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjuna Lassen ella varðaleiðaran Súsannu Ziska á tlf. 455557
Skrivlig umsøkn við prógvi skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3.juli 2006, kl.12.00
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
Fo 700 Klaksvík
T-post margretha@margertha.fo




